Norskur útflutningur av sjómati økist í virði

Útflutningsvirðið í 1999 er út við 30 milliardir kr. Høvuðsorsøkin til vøksturin liggur hjá norsku alivinnuni, sum í 1999 hevur útflutt 380.000 tons av laksi

Sambært norska blaðnum ?Fiskaren? er útflutningsvirðið á norskum sjómati økt við 10 milliardum kr. síðan í 1995. Útflutningsvirðið í 1999 er út við 30 milliardir kr.

Sjálvt um fiskakvoturnar seinnu árini eru minkaðar og einstakir marknaðir hava verið óstabilir, hevur norska fiski- og alivinnan økt um virðið á útflutninginum. Ein av orsøkunum til hetta er, at norska fiski- og alivinnan dugir alt betri at skifta millum marknaðir, alt eftir hvussu marknaðarviðurskiftini eru.


Prosentvísa økingin

Prosentvíst er økingin á norska útflutningsvirðinum av sjómati minka seinastu 5 árini, men í krónum er ein øking við umleið 2 milliardum kr. árliga. Høvuðsorsøkin til vøksturin liggur hjá norsku alivinnuni, sum í 1999 hevur útflutt 380.000 tons av laksi, sum er ein øking uppá 20% sammett við 1998.

Framtíðarvánirnar fyri norsku fiski- og alivinnuna eru eisini góðar. Stjórin fyri Eksportutvalget for fisk Dag Eivind Opstad spáar, at í 2004 vil útflutningsvirðið á norskum sjómati fara upp um 40 milliardir kr. Norski granskingarstovnurin Sintef hevur gjørt eina framtíðarkanning, sum vísir, at áðrenn 10 ár eru farin vil útflutningsvirðið av fiski- og alivinnuni fara upp um útflutningsvirðið av vørum frá norsku oljuvinnuni.