- Hetta er ræðuligt at síggja, og tað er ræðuligt at hoyra fólk við egnum orðum lýsa tað, sum her hevur gingið fyri seg, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt. Mynd: NRK

Uttanríkisráðharri: - Hetta er ræðuligt

Í dag hava norski stórtingsformaðurin og norski uttanríkisráðharrin, Masud Gharahkhani og Anniken Huitfeldt, vitjað ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj. 

 

- Hetta er ræðuligt at síggja, og tað er ræðuligt at hoyra fólk við egnum orðum lýsa tað, sum her hevur gingið fyri seg, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt. Mynd: NRK

Umframt at hava havt fund við forsetan, Volodymyr Zelenskyj og ukrainska uttanríkisráðharran, Dmytro Kuleba, hava norsku umboðini eisini vitjað forstaðirnar til Kyiv, Butsja og Irpin, har prógv um krígsbrotsverk nú verða kannað og savnað.

 

- Tað er hart at vera her og síggja bumbaðar bústaðir, har eisini børn búðu og hópgravir. Hetta er óndskapur, sigur norski stórtingsformaðurin, Masud Gharahkhani, við norska kringvarpið, NRK.

 

Masud Gharahkhani sigur, at hann og uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, eru í Kyiv fyri at markera frælsi, sjálvstøðu og demokrati. 

 

- Tað er hetta, sum ukrainska fólkið stríðist fyri. Tey skulu vita, at vit stuðla teirra bardaga. Tey skulu vinna kríggið, segði stórtingsformaðurin.

 

##med2##

 

Norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, er eisini merkt av at hava sæð hópgravir og hava hitt fólk, sum vóru við til at jarða tey mongu, sum lótu lív.

 

- Hetta er ræðuligt at síggja, og tað er ræðuligt at hoyra fólk við egnum orðum lýsa tað, sum her hevur gingið fyri seg.

 

Anniken Huitfeldt sigur við NRK, at brotsgerðirnar mugu kannast, og tey seku kunnu skulu dragast til svars fyri sínar gerðir.

 

 

 

- Hetta er ræðuligt at síggja, og tað er ræðuligt at hoyra fólk við egnum orðum lýsa tað, sum her hevur gingið fyri seg, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt. Mynd: NRK

Stórtingsformaðurin, Masud Gharahkhani. Mynd: NRK.