North Atlantic Dental Meeting

Grundlógardagin møtast tannlæknar til skeið í Norðurlandahúsinum fyriskipað av Dansk Nordenta og Praktiserende Tandlægers Laboratorium.

Hetta eru tvær danskar fyritøkur, sum nú í 15 ára hava staðið fyri skeiði og framsýning eina ferð um árið í Føroyum.

Skeiðið verður báðar dagarnar 5. og 6. juni, har fyrilestrar verða um tað nýggjasta innan implantatprotetik, fastan protetik og plastfyllingar. Skeiðhaldararnir koma úr Danmark, Svøríki, Noreg og Belgiu.

Fyri fyrstu ferð eru vit farin út um landoddarnar og hava bjóða donskum og norskum tannlæknum at verða við. Áhugin fyri luttøku hevur verið sera stórur, so stórur, at neyðugt hevur verið at avmarka luttakaratalið, tí tað var trupulleiki at útvega fleiri innivist.

Umleið 75 tannlæknar har av fleiri við familju koma til Føroya í vikuni. Tíbetur er luttøkan hjá føroysku tannlæknunum eins góð og hon plagar at vera - einir 25-30 í tali. Eisini er skeið fyri klinikassistentunum tannarøktarunum fríggjadagin í Útvarpshøllini.

Framsýningin og øll máltíð verða í Norðurlandahúsinum.

Umframt tað fakliga verður eisini skipað fyri útferðum. Fullteknað er til túrin við Norðlýsinum til Hestbjørgini, eisini verður farið til Tjørnuvíkar har Stakstúrurin er á skránni. Eykafilmsframsýning verður av »Barbaru« og stór veitsla verður fríggjakvøldið í Havnar Klubba.

North Atlantic Dental Meeting er størsta tiltak higartil millum tannlæknar í Føroyum. Vit síggja fram til at hitta starvsfelagar uttanífrá í heimligum umhvørvi og eru sera fegin um, at so nógv hava tikið undir við tiltakinum.