North Atlantic Fish Fair verður sett

Tað verður løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum í morgun klokkan 10.15 fer at seta altjóða fiskivinnuframsýningina, sum verður í høvuðsstaðnum teir næstu tríggjar dagarnar

NAFF-setan

Í morgun klokkan 10 letur altjóða fiskivinnuframsýningin upp í stóra goymslubygninginum hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla.
Heðin Mortensen, býráðsformaður í Havn, fer at bjóða vælkomin, og síðan fer løgmaður, Jóannes Eidesgaard, at seta stevnuna.
Undir setanini fer Havnar Hornorkestur eisini at spæla og seta sín dám á løtuna.
Dánjal Petur Hansen, samskipari, sigur, verður veðrið til vildar, verður stevnan sett uttanfyri sjálvan framsýningarbygningin.

Øgiligur aktivitetur

North Atlantic Fish Fair verður opin hvønn dag til og við hósdagin, frá klokkan 10 á morgni til klokkan 17 seinnapartin.
- Tað er ein øgiligur aktivitetur her upp í dag ? júst soleiðis, sum tað eigur at verða uppundir eina slíka framsýning, har einar 300 ymiskar fyritøkur ? úr Føroyum og útlandinum - rigga til at sýna fram tað, sum tey hava at bjóða.
Dánjal Petur sigur, at flestu framsýnararnir eru komnir til landið, og í gjár væntaði hann, at teir seinastu fóru at koma út á dagin.
- Nakrir eru komnir við Norrønu, men teir flestu velja tó at flúgva. Útbúnaðurin, sum útlendsku framsýnararnir hava við sær, er tó sendur higar við skipum, sigur samskiparin.
Hóast nógv er at fáa upp á pláss uppundir upplatingina, ivast hann ikki í, at alt er komið upp á pláss, tá ið stevnan verður sett í morgun.
- Jú, eg haldi, at hetta fer at taka seg væl út, sigur Dánjal Petur Hansen.

Kunning
Samskiparin sigur, at fólk, sum vitja stevnuna, hava høvi at fáa kunning í móttøkuni um tiltøk, sum verða á stevnuni, eitt nú um reseptiónir og tiltøk annars. Haraftrat fer Tórshavnar kommuna at hava sína kunningarstovu við á sínum bási, soleiðis at bæði útlendingar og føroyingar kunnu fáa kunning um busskoyring og tiltøk í høvuðsstaðnum stevnudagarnar.
- Eg havi skilt, at Tórshavnar kommuna er væl fyrireikað at veita ta kunning, sum bæði framsýnarar og gestir ynskja sær, sigur Dánjal Petur Hansen.