Klaksvíksskipið North Star er í løtuni ávarðingarskip fyri seismikskipið Geo Arctic, sum skýtur seismikk sunnanfyri.
North Star hevur áður siglt til Skotlands við føroyskum fiski, men hevur seinastu fýra vikurnar verið í oljuvinnuni.
Reiðarin, Símun Gullaksen í Klaksvík, sigur, at teir hava fingið hendan sáttmálan, sum teimum dámar so væl, at teir avgjørt hava hug at sleppa at halda fram.
Fyribils er bara sáttmáli gjørdur í einar fýra vikur. Hesar fýra vikurnar eru longu farnar, men arbeiðið hevur verið seinkað eitt sindur av veðri, sigur Símun Gullaksen. So enn er North Star í oljuvinnuni.
Uppgávan hjá skipinum er at sigla umleið ein til hálvanannan fjóðring framman fyri seismikskipið og ávarða onnur før, sum eru á leiðini. Geva upp positiónir og slíkt.
Símun Gullaksen sigur, at ætlanin er at gera skipið betri út við nautiskari útgerð, so tað verður betri ført fyri at átaka sær líknandi ella størri uppgávur seinni. Tað er væl egnað, sigur hann, tí tað hevur góða maskinorku.
Fimm mans eru við, og tá hendan uppgávan er liðug, verður farið aftur í farmasigling við fiski.