Novak Djokovic vann US Open

Novak Djokovic vann í nátt US Open finaluna móti Rafael Nadal. Serbiska tennis stjørna var omaná allan dystin og vann uppiborið. Hann hevur nú vunnið tríggjar av teimum fýra Grand Slam kappinginum.

 

Finalan í US Open byrjaði seint í gjár og endaði ikki fyrr enn umleið klokkan eitt í nátt føroyska tíð. Eftir fýra tímar og tíggju minuttum kundi staðfestast, at Novak Djokovic er heimsins besti tennis leikari í løtuni. Hann vann í fýra settum, 6-4, 6-2, 6-7, 6-1.

 

Hann vann tvey tey fyrstu settini greitt, áðrenn Rafael Nadal gjørdi ein vørr í triðja setti, sum spaniólin eisini vann. Eina løtu í triðja setti tóktist Novak Djokovic dragast við ein skaða, samstundis sum Rafael Nadal byrjaði at gera um so. Men tá fjórða sett byrjaði var øllum greitt, at serbin fór at vinna US Open 2011.

 

Í løtum var talan um tennis á ótrúliga høgum stigi. Tvídystirnir vóru bæði væl leiktir og til tíðir ferðast bólturin fleiri enn tjúgu ferður um netið, áðrenn annar vann stigið.

 

Bæði Novak Djokovic og Rafael Nadal vístu stóra viðring fyri teimum í mistu í 9/11 atsóknini eftir dystin.