Tað skrivar tíðindastovan Reuters við upplýsingum frá amerikonskum myndugleikum.
Upphæddin svarar til umleið 177 milliónir krónur og fevnir eisini um gjaldingar í sambandi við Wegovy ella Saxenda.
Sambært Reuters er tað bæði lógligur og vanligur framferðarháttur, at heilivágsfeløg gjalda læknum fyri at reklamera og ráðgeva um heilivág.
Samanlagt hava í minsta lagi 57 amerikanskir læknar góðtikið gjaldingar upp á minst 100.000 dollarar frá Novo í sambandi við annan av hesum báðum heilivágum í tíðarskeiðnum frá 2013 til 2022.
/ritzau/