Ferðasamband
Vit noyðast at leggja ferðaætlanina so, at hon tænir heildini sum best. Men tað merkir so samstundis, at vit fáa ikki tikið atlit til ávís støð í landinum.
Tað sigur Magni Arge stjóri í Atlantsflogi í viðmerking til tað, sum Jón Næs førir fram í greini omanfyri um tær vánaligu umstøðurnar hjá suðuroyingum.
Hann sigur, at nú Atlantsflog flýgur tvær ferðir til Danmarkar, ber tað til hjá øllum at leggja sær ferðina til rættis betri enn frammanundan, tí nú slepst altíð av landinum antin fyrrapart ella seinnapart.
Samstundis er spurningurin um, hvør skal innrætta seg eftir hvørjum: Skal flúgvingin innrætta seg eftir suðuroyðingum, ella er tað siglingin hjá Smyrli, sum skal laga seg eftir flúgvingini.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at hjá teimum er ongin ivi um, at teir noyðast at leggja ferðaætlanina, so at hon tænir fjøldini av fólki best møguligt.
Hann vísir eisini á, at Tyrlan er sera dýr í rakstri og hann trýr onki upp á, at tað er bara at seta ferðaseðlaprísin upp og at ferðafólk høvdu brúkt hana meiri, bara ferðaætlanin passaði betri.
Tað hava vit roynt onkur styttri tíðarskeið, men tað fekk ikki undirtøku og tískil góvust vit aftur beinanvegin. Og serliga nú nýggjur Smyril er farin at sigla trúgvi eg onki uppá, at fólk er sinnað at betala dýrar ferðaseðlar fyri at brúka tyrluna.
Sinnaður at kanna málið
Ferðaætlanin hjá tyrluni verður løgd til rættis í samráð ímillum strandferðsluna og Atlantsflog.
Magni Arge hevur ikki varnast, at tyrlan mikudag er fýra minuttir ov sein í Havn úr Suðuri til flogrutuna hjá Bygdaleiðum og at hon fríggjadag er 11 minuttir ov sein í Vágum úr Suðuroy til at fólk kunnu lukkast við flúgvaranum.
Í hesum føri má eg ásanna, at vit hava ikki hugsað um at samskipa ferðaætlanirnar og tað vil eg fegin kanna fyri at vita um tað kann samskipast betri, sigur Magni Arge.
Annars vísir hann á, at tyrlan er fyrst og fremst fyri at tæna útoyggjum og ikki teimum størru oyggjunum og tað verður fyrst og fremst hugsað um útoyggjarnar, tá ið ferðaætlanin hjá tyrluni verður løgd.
Og skal tyrlan flúgva meir, skal onkur fíggja tað og tað kann bara vera landskassin. Og sum sagt, er hon dýr í rakstri, sigur Magni Arge.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur, at onki liggur í kortunum um at tyrlan skal flúgva meir. Hann staðfestir eisini, at endamálið við tyrluni er fyrst og fremst at tæna útjaðaranum.
Men eisini hann er sinnaður at kanna møguleikarnar fyri at samskipa ferðaætlanina betri.
Kortini vísir hann á, at tað er ikki lætt, tí ferðaætlanin hjá Atlantsflogi verður broytt so oftani.
Tá ið ferðaætlanin hjá Smyrli verður løgd, eigur eisini at verða hugt eftir, í hvønn mun tað kann samskipast við flúgvaran, so at tað mest møguligt verður samskipað við tann tørv, sum suðuroyingar hava.
Men tað verður ikki lætt hjá suðuroyingum at lukkast við tí fyrsta flúgvaranum klokkan 8.45, tí tá skal smyril sigla heilt tíðliga um morgunin og eg veit ikki um tað fær undirtøku í Suðuroy. Men er villdi til tað, letur tað seg gera, leggur hann afturat.