Noyðast av landinum at arbeiða fyri minni løn

Tað gongur so illa hjá donskum sjúkrarøktarfrøðingum at fáa arbeiði í Danmark, at støðugt fleiri kenna seg noyddar at fara av landinum at arbeiða. Eisini sjálvt um lønin er minni har.

Fakblaðið Sygeplejersken skrivar, at talið á donskum sjúkrarøktarfrøðingum, sum søkja um arbeiðsloyvi í Svøríki og Noregi, er trýfaldað tað seinasta árið. Fyrra hálvár í 2010 søktu 60, men fyrra hálvár í ár var talið 220.

Teir donsku sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa minni løn í Svøríki enn í Danmark. Sygeplejersken hevur prátað við ein, sum arbeiðir 38,5 tímar um vikuna. Lønin er 20.000 svenskar krónur um mánaðin.

Tað eru ikki bara donsk heilsustarvsfólk, sum leita sær til onnur Norðurlond at arbeiða. Ein rúgva av íslendskum sjúkrarøktarfrøðingum og læknum eru farin til grannalondini at arbeiða.