Noyddi sínar leikarar at lurta eftir fagnaðinum hjá Liverpool

Erik Ten Hag var skjótur at revsa leikararnar hjá Manchester United fyri eitt søguliga vánaligt avrik

Ígjár var Manchester United fyri sínum størsta tapi í Premier League nakrantíð. 0-7 tapti United fyri arvafíggindanum, Liverpool á útivølli á Anfield leikvøllinum.

 

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag var skjótur við revsingini fyri út av lagi vánaliga avrikið. Hann noyddi leikararnar hjá sær at sita í umklæðingarrúminum og lurta eftir fagnaðin hjá leikarunum hjá Liverpool, ið sjálvsagt vóru í "sjeynda himli" aftaná eitt framúr gott avrik. Hetta skrivar bretska blaðið: "Mirror".

 

Erik Ten Hag vildi hava, at álvarin skuldi seyra inn hjá sínum leikarum, at teir høvdu gjørt sær fyri skommum. 

 

Erik Ten Hag fer at krevja, at leikararnir brúka meira tíð saman við ítróttar-sálarfrøðinginum, Rainier Koers. Hetta gjørdi Erik Ten Hag eisini aftaná stórtapini fyri Brentford og Manchester City á útivølli í fjør heyst. 

 

Í morgun gjørdi Erik Ten Hag eisini greitt undir venjingini, at um menn leggja enn eitt tílíkt vánaligt avrik fyri dagin vera teir noyddir at spæla við eykaliðnum hjá Manchester United.