Flogbóltur
Flogbóltsfelagið Mjølnir hevur um vikuskiftið skipað fyri stórari Flogbóltskapping, og aftur í ár var tað Norðoya Sparikassi, sum var høvuðsstuðul og lat steyp og heiðursmerki. Sparikassin hevur í fleiri ár stuðlað flogbóltinum í hesari kapping, og Mjølnir takkar fyri hetta.
Leikt var í øllum deildum, og serliga spennandi var tað kanska at fáa at vita, hvørt av meistaradeildarliðunum fór at vinna, og harvið leika seg í finaluna í almennu steypakappingini hjá FBF, sum verður leikt á Hálsi í Havn tann 17. februar.
Finalunar vóru hesar:
Meistardeild kvinnur
Mjølnir ? TB 3-0
1. deild kvinnur:
Fleyr ? KÍF 2-0
2. deild kvinnur:
Mjølnir ? KÍF 2-1
Meistardeild menn:
Fleyr ? ÍF 0-3
1. deild menn:
SÍ ? Mjølnir 2-0
2. deild menn:
Fram ? Mjølnir 2-1
Kappingin var sum heild væleydnað.