Loksins eydnaðist tað í gjárkvøldið at seta punktum fyri landskappingini í U-21 deildini. Síðsti dysturin var millum NSÍ og HB. Sambært skránni skuldi hann vera 16. september. Ætlanin var at spæla mánakvøldið, men tá varð hann aftur útsettur, tí veðrið var so vánaligt.
FM heitið stóð upp á spæl. Steypavinnarin HB var oddalið við 28 stigum, og NSÍ, sum í fyrstu landskappingini, sum var í fjør, vann silvur – aftanfyri AB – hevði 27 stig.
NSÍ vann í gjárkvøldið 2-0 og vann harvið FM heitið í 2019. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Jannik Olsen skoraði tað fyrra, tá ið eitt stórt korter var farið, og Sølvi Sigvardsen staðfesti sigurin í 33. minutti.
Í 1. deild er NSÍ á triðja plássi. Tað eru nógvir av teimum somu spælarunum, sum hava staðið seg so væl í 1. deild, og sum í gjárkvøldið tryggjaðu NSÍ FM heitið í U-21 kappingini.
Venjarar hjá U-21 liðnum hjá NSÍ eru Poul Helgi Jacobsen og Rúni Rasmussen.
Endastøðan sæst á hesi leinkjuni hjá faroesoccer.com
https://www.faroesoccer.com/content.php?pid=966