Bæði besta og næstbesta deildin hava seinastu vikurnar og mánaðirnar verið eyðkendar av fleiri útsettum dystum. Tað kemst av koronuni og eisini av europeisku luttøkuni.
Nú restar ikki so nógv í, at tað er komið so at siga upp á slætt í næstbestu deildini. Tá ið NSÍ leygardagin hevur verið á Sandi, fara øll liðini at hava spælt 16 dystir.
Í gjárkvøldið var útsettur dystur við Løkina í Runavík, har HB var gestur. Undan hesum dystinum var HB á øðrum plássi við 27 stigum, og NSÍ var á triðja plássi við 26 stigum. Í gjárkvøldið vann NSÍ 4-1 ímóti HB og er næstfremst við 29 stigum. Víkingur er topplið við 35 stigum.
At tað er øgilig kapping um plássini á besta liðnum hjá HB sást ikki aftur á manningini á næstbesta liðnum í Runavík í gjárkvøldið. Har var eingin spælari, sum higartil í ár hevur verið á besta liðnum.
Tríggjar minuttir undan steðginum legði NSÍ liðformaðurin Sølvi Sigvardsen heimaliðið framum 1-0, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki javnaði Tórur Franksson Joensen til 1-1. Hetta var fyrsta málið hjá 18 ára gamla Tóri í næstbestu deildini.
Eitt korter eftir steðgin skoraði Jørgen Nielsen til 2-1, og tríggjar minuttir seinni økti hann til 3-1. Tá ið tað restaði eitt korter, varð Meinhard Fríðálvur Janusarson, sum sunnudagin fylti 18 ár, skiftur inn á NSÍ liðið, og tríggjar minuttir seinni staðfesti hann 4-1 heimasigurin.
Leygardagin fer NSÍ suður á Sand at spæla útsettan dyst ímóti B71. Næsti dystur hjá HB verður annan leygardag, 12. september, á útivølli ímóti 07 Vestur.