Tað eydnaðist NSÍ at vinna fulla úrtøku í stevnudystinum við Løkin, har 07Vestur vitjaði. Harvið hevur NSÍ lyft seg upp á bronsuplássið, har teir í Runavík vera í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin.
Gestirnir við Løkin løgdu seg á odda við brotssparki í 1. hálvleiki, men NSÍ svaraði dyggiliga aftur eftir steðgin.
Evrard Blé umsetti í 1. hálvleiki brotsspark til mál, og beinanvegin eftir steðgin varð tað Árni Frederiksberg, sum javnaði eftir flatt innlegg úr høgru.
Tá ið tað restaði eitt korter skoraði Pól Jóhannus Justinussen sigursmálið, tá ið hann við høvdinum stýrdi innleggi í málið.
07Vestur royndi síðstu løtuna at svara aftur, og tað vóru einstakar spentar støður í NSÍ brotsteiginum, men Kristian Joensen í NSÍ málinum hevði tak á tí.
Bæði í Runavík og í Streymnesi er gott stevnuveður í kvøld. Lagið er gott við Margáir, har EB/Streymur í brotssparkskapping vann stevnusteypið.
Tað endaði 0-0 millum EB/Streym og Víking. Hetta var fyrsta stigið, sum Víkingur hevur vunnið á útivølli í ár. Hóast teir vunnu eitt stig, so er tað væl skiljandi, at teir í Víkingi vóru vónsviknir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at vinna. Størsta møguleikan av øllum átti Kaj Leo í Bartalsstovu hjá Víkini, tá ið hann í 1. hálvleiki royndi seg við brotssparki, men René Tórgarð, sum var stinnur í EB/Streyma málinum, vardi fyri.
Hjá EB/Streymi var tað merkisvert, at Arnbjørn Hansen síðstu løtuna spældi við á EB/Streyma liðnum.
NSÍ-07Vestur 2-1 (0-1)
0-1: Evrard Blé br 27.
1-1: Árni Frederiksberg 49.
2-1: Pól Jóhannus Justinussen 73.
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Kristian Joensen Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Sjúrður Jacobsen Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 79.)
Gult kort: Jens Joensen
07Vestur: Andras Gango Torstein Mýlingstind (Petur G. Dalbø, 76.), Téhé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus (Jákup Olsen, 76.)
Gult kort: Téhé Aristide
EB/Streymur-Víkingur 0-0
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen (Niels Pauli Danielsen, 66.) - Levi Hanssen (Arnbjørn Hansen, 76.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Egil á Bø,Rógvi E. Nielsen, Arnar Dam
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Hjartvard Hansen (Heðin Hansen, 78.), Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic - Finnur Justinussen
Gult kort: Dánjal Pauli Lervig, Hjartvard Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Filip Djordjevic
Tríggir dystir eru á skránni í morgin:
KÍ-AB
HB-ÍF
TB-B36
Støðan
HB 27 stig
ÍF 20 stig
NSÍ 20 stig
EB/Streymur 18 stig
KÍ 18 stig
B36 16 stig
Víkingur 16 stig
TB 15 stig
07Vestur 7 stig
AB 5 stig
-----
LIÐUGT
0-0
2 minuttir lagdir aftrat.
90) 0-0
Tað er orduliga undirhaldandi við Margáir. Báðir partar leggja nú nógv fyri í royndini at vinna øll stigini, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin.
Arnbjørn Hansen er væl við og støðug hóttan fyri Víkinga verjuna.
85) 0-0
Tað eru gestirnir í Víkingi, sum leggja meiri fyri í royndini at vinna sigursmálið. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur verið upp á spæl, men René Tórgarð er stinnur í málinum.
Bestu royndina hjá EB/Streymi hevði innskifti Arnbjørn Hansen, tá ið hann rann frá verjuni. Hann royndi seg úr eitt sindur spískum, men bólturin fór framvið stólpanum.
80) 0-0
Arnbjørn Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Levi Hanssen, men tað er Víkingur, sum hevur havt størsta møguleikan. Eftir hornasparksinnlegg frá Kaj Leo í Bartalsstovu sendi Finnur Justinussen við høvdinum bóltin ímóti málinum. Á málstrikuni vardi Arnar Dam fyri.
Heðin Hansen er komin inn á miðvøllin hjá Víkingi í staðin fyri Hjartvard Hansen.
75) 0-0
Arnbjørn Hansen hitar framvegis upp. Á vøllinum verður meiri togað í bremsuna enn lagt fyri í roynd at skora mál.
70) 0-0
Spentasta støðan síðstu løtuna var, tá ið Geza Turi heilkiksaði, eftir at liðfelagi hansara, Atli Gregersen, hevði lagt bóltin aftur. Tíbetur fyri víkingarnar so fór bólturin við síðuna av málinum og út til horna.
Niels Pauli Danielsen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Gunnar Zachariasen.
65) 0-0
Tað er framvegis málleyst, og einki talar fyri, at nakað mál fer at koma. Arnbjørn Hansen hjá EB/Streymi, sum hevur verið skaddur í langa tíð, er farin at hita upp!
60) 0-0
Síðstu løtuna hevur tað ikki verið so lívligt frammanfyri málunum, sum tað var fyrstu løtuna eftir steðgin. Ferðin er minkað, og tað tykist ráða meiri um at byrgja fyri, at mótstøðumenninir fáa mál enn at royna at søkja eftir málinum.
Besta møguleikan hevði Leif Niclasen eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen hjá EB/Streymi, men verjan blokeraði.
55) 0-0
Tað er framvegis lívligt við Margáir, men framvegis er málleyst.
Bæði liðini hava havt møguleikar, uttan at tað hevur eydnast at skora.
HÁLVLEIKUR
45) 0-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Streymnesi, og tað er einki at ivast í, at tað eru teir í umklæðingarrúminum hjá gestunum, sum iðra seg meiri um, at tað ikki hevur eydnast teimum at leggja seg á odda. Eisini hóast EB/Streymur fram ímóti steðginum hevði góða roynd eftir hornasparksinnlegg frá Hans Paula Samuelsen. Men bólturin fór við síðuna av málinum, tá ið Gert Hansen royndi seg.
40) 0-0
Hóast Víkingur er í nýggjari útgávu á miðvøllinum, so riggar tað væl við Margáir, tá ið tað snýr seg um spælið, men í at gera nyttu burturúr møguleikunum gongur verri. Nú hevur Finnur Justinussen misnýtt risa møguleika, tá ið hann eftir innlegg úr høgru frá Filip Djordjevic við høvdinum stýrdi bóltin á stólpan.
35) 0-0
Tað er tætt og spennandi við Margáir. Hóast teir misnýttu brotsspark fyri løtu síðani, so eru víkingarnir avgjørt ikki dovnaðir. Teir eru sera álopshugaðir, og teir hava spælt seg til góðar støður í sambandi við hornaspørk og innlegg, uttan at tað enn hevur eydnast at fáa bóltin í málið.
Heimamenninir eru framvegis væl spakari, enn teir vóru fyri tveimum vikum síðani, tá ið teir vunnu á heimavølli ímóti HB.
25) 0-0
Víkingur hevur misnýtt brotsspark. René Tórgarð bjargaði ikki so væl plaseraða sparkinum úr ellivu metrum hjá Kaj Leo í Bartalsstovu. Heimamenninir vóri sera misnøgdir, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí bólturin varð sparkaður í armin á einum av heimamonnunum.
15) 0-0
Víkingur hevur verið bragdligari fyrstu løtuna, men higartil hevur tað ikki eydnast at finna vegin til málið. Tá ið André Olsen og Jann Ingi Petersen eru burtur orsaka av skaðum, hevur Jógvan Martin Olsen umskipað liðið soleiðis, at nú er Hjartvard Hansen sentralur miðvallari saman við Hans Jørgen Djurhuus og Hanusi Jacobsen.
Víkingur hevur higartil í ár ikki vunnið nakað stig á útivølli.
EB/Streymur-Víkingur kl. 18.30
Dómari: Dagfinn Forná
EB/Streymur: René Tórgarð Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Víkingur: Geza Turi Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Hjartvard Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Filip Djordjevic - Finnur Justinussen
-------
LIÐUGT
2-1
85) 2-1
Bara eitt mál er á muni, og tí er tað framvegis spennandi. 07Vestur roynir at leggja meiri fyri í álopspartinum, men NSÍ hevur higartil havt tak á verjuspælinum, og tað eru eisini vandamiklar støður frammanfyri 07Vestur málið.
75) 2-1: Pól Jóhannus Justinussen 73.
So hevur NSÍ lagt seg á sigurskós. Miðverjin Pól Jóhannus Justinussen stútaði bóltin í málið. Hann var púra blankur mitt fyri málinum, eftir at Jann Martin Mortensen hevði lagt hornaspark innfyri.
65) 1-1
NSÍ hevur bóltin væl meiri enn gestirnir, men tað gongur illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Besta møguleikan síðstu løtuna hevur 07Vestur havt. Tór-Ingar Akselsen sendi fríspark við kós ímóti málhorninum, men Kristian Joensen bjargaði meistarliga væl.
55) 1-1: Árni Frederiksberg 48.
So hevur tað eyndast NSÍ at fáa bóltin í málið. Andy Olsen, sum í kvøld er ytstur í høgru, legði flatt innfyri málið, og Árni Frederiksberg, sum í kvøld er ytstur í vinstru, stýrdi bóltin í málið.
07Vestur hevur megnað væl at vart leiðsluna, sum vágamenn vunnu sær í 1. hálvleiki. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at eydnast teimum at verja javnleikin, sum nú er.
HÁLVLEIKUR
0-1
Hóast NSÍ hevur roynt at leggja trýst á, so hevur tað ikki eydnast heimaliðnum at fáa mál.
40) 0-1
NSÍ hveur greiða leikliga yvirvág, men tað gongur illa at raka málið. Næst við vóru teir, tá ið Andy Olsen royndi seg, og bólturin rakti bæði tvørtræ og uppstandara. Í einum øðrum føri stútaði Jann Martin Mortensen í sera góðari støðu úr fimm metrum og upp um málið hjá gamla liðfelaga sínum Andras Gango í 07Vestur málinum.
30) 0-1: Evrard Blé br 27.
07Vestur hevur lagt seg á odda við Løkin, og harvið gongst tað heimaliðnum - fyribils í hvussu so er - soleiðis, sum tað plagar at ganga, tá ið tað er stevna.
Væl upplagdi Tór-Ingar Akselsen varð feldur í gjøgnumbroti í høgru. Petur Reinert bríkslaði fyri brotssparki, og tað setti miðvallarin Evrard Blé framvið Kristiani Joensen í NSÍ málinum og í netið.
Eftir at 07Vestur legði bragdliga fyri, hevur tað annars verið NSÍ, sum síðsta korterið hevur veriå greitt omaná.
15) 0-0
Fyrstu løtuna hava gestirnir verið meiri ágangandi, men higartil hevur tað ikki eydnast teimum og heldur ikki heimaliðnum at finna leiðina til meskarnar.
NSÍ-07Vestur kl. 18.30
Dómari: Petur Reinert
NSÍ: Kristian Joensen Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv - Andrass Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Sjúrður Jacobsen Andy Olsen, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg
07Vestur: Andras Gango Torstein Mýlingstind, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus
Tveir landskappingardystir í fremstu deildini eru á skránni í kvøld. Fyrsta bríkslið í báðum dystunum er klokkan 18.30. Talan er um NSÍ-07Vestur við Løkin í Runavík, har tað er Eystanstevna, og um EB/Streym-Víking við Margáir í Streymnesi, har tað er Sundalagsstevna.
Líkindini at spæla fótbólt í kvøld eru av teimum fagrastu.
Portalurin hevur heimildarfólk bæði í Streymnesi og í Runavík.