LANDSLIÐIÐ
Tað eru tvey sera sjónlig rák í úttøkuni av fyrsta landsliðnum hjá Henrik Larsen, sum skal royna seg í undankapping. Annað er, at útisetatalið er minkað ógvuliga nógv, og hitt er, at NSÍ rættuliga er komið á landsliðskortið.
Tá Henrik Larsen var vorðin venjari, var ein av útsøgnunum, hann kom við, at nú skuldi hann fáa Toda Jónsson aftur á landsliðið. FCK álopsmaðurin er ikki á listanum til Skotlands dystin. Tað vil við øðrum orðum siga, at royndin hjá venjaranum er miseydnað. Fyribilsavboðið, sum Todi sendi Allani Simonsen eftir skaðadystin í Luksemburg 24. mars í fjør, stendur framvegis við.
Á listanum eru bara tveir útisetar ? Jákup Mikkelsen, sum er eykamálverji í Molde, og Christian Høgni Jacobsen, sum er fastur maður á liðnum hjá Vejle í næstbestu deildini í Danmark.
Gongdin meðan Allan Simonsen var venjari var tann, at útisetatalið støðugt øktist, og fyri tveimum árum síðani kom tað fleiri ferðir fyri, at tað vóru fleiri útisetar enn spælarar úr heimligu kappingini á átjan manna liðnum. Burtursæð frá teimum báðum omanfyri nevndu eru útisetarnir heilt fáir. Johan B. Hansen tykist vera dottin heilt burtur ímillum, og ungu menninir, sum nú royna seg í Brøndby, eru so mikið feskir, at teir ikki enn koma upp á tal.
Fýra úr NSÍ
Havnarfeløgini hava altíð átt nógvar landsliðsspælarar. Soleiðis er tað eisini hesa ferð. Fýra HB spælarar eru á liðnum, og tað eru eisini fýra úr B36. GÍ hevur seinnu árini oftast verið væl umboðað. Nú er tað bara Sámal Joensen, sum er millum teir útvaldu.
Inntil í fjør var umboðanin hjá NSÍ á landsliðnum sera lítil. Nú er vent í holuni. Tað er ikki so undarligt. NSÍ er oddalið í landskappingini. Tað er meiri enn ábending um, at á liðnum eru fleiri av bestu spælarunum í landinum.
Kanska heldur onkur, at tað er ein fyrimunur fyri NSÍ spælararnar, at teir hava hjálparvenjaran hjá Henrik Larsen so tætt upp at sær í gerandisdegnum ? Jógvan Martin Olsen er jú venjari hjá NSÍ ? men hetta kann ivaleyst eisini síggjast frá hinari síðuni. NSÍ spælararnir skulu útinna í minsta lagið tað sama sum hinir ? og kanska eitt vet meiri ? fyri at sleppa upp í part.
Av fremstu liðunum í landskappingini er KÍ tað, sum er minst umboðað á landsliðnum hesa ferð. Heðin á Lakjuni og Hjalgrím Elttør eru sjálvsøgd val. Atli Danielsen var á beinkinum seinast. Hann er ikki við hesa ferð, men hann eigur framtíðina fyri sær. Felags fyri hann og aðrar ungar KÍ spælarar er, at Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari hjá teimum á yngru landsliðunum og tískil væl veit, hvat teir standa fyri, og hvat teir mega í altjóða dystum. Einki er at ivast í, at boð fara at verða eftir fleiri ungum klaksvíkingum í framtíðini, og at fleiri úr øðrum feløgum, sum seinastu árini hava verið á U?17 og U?19 landsliðunum eisini fara at koma nærri landsliðnum.