Nú 1. hálvleikur av grannauppgerðini á Svangaskarði millum B68 og NSÍ er meiri enn hálvrunnin, er NSÍ á odda 1-0. Málið skoraði Jónhard Frederiksberg, tá ið eitt korter var farið. Hann gjørdist leysur í brotsteiginum eftir hornasparksinnlegg úr vinstru.
Lotið er rættuliga frískt. Tað liggur út eftir vøllinum, og tað er heimaliðið, sum hevur vindin undan.