Fótbóltur
Lítil ivi tykist vera um, at NSÍ verður annað liðið, tá ið finalan um FM heitið í unglingadeildini í fótbólti verður spæld seinni í mánaðinum.
Seinnu hálvfinalurnar verða á skránni 19. september, sum er mikukvøldið í aðru viku. Fyrru hálvfinalurnar vórðu avgreiddar mikukvøldið í síðstu viku.
Skipanin er soleiðis, at nummar eitt og fýra í landskappingini eru í aðrari hálvfinaluni, og nummar tvey og trý eru í hinari hálvfinaluni. NSÍ vann grundspælið, B36 var næstbest, HB var nummar trý, og B68 endaði á fjórða plássi. Tískil eru NSÍ og B68 í aðari hálvfinaluni, meðan havnarfeløgini dystast í hinari hálvfinaluni.
Eftir fyrru hálvfinaluna hevur NSÍ meiri enn annað beinið í finaluni. Á heimavølli vann NSÍ mikukvøldið 6-2 á grannunum av Toftum. B68 legði seg longu í 8. minutti á odda við máli, sum Jónleif Højgaard skoraði, og B68 var á odda í knappan hálvan tíma.
So svaraði NSÍ aftur, og heimaliðið skoraði fimm mál, áðrenn B68 aftur slapp upp í part. Formulaspælararnir hjá NSÍ áttu stóran lut í trivaliga sigrinum. Einar Hansen javnaði til 1-1 í 34. minutti, og fýra minuttir seinni legði Øssur Dalbúð NSÍ framum.
Eftir steðgin skoraði Filip Jacobsen til 3-1 í 64. minutti, Jann Martin Mortensen økti til 4-1 í 76. minutti og Bogi Løkin skoraði tveir minuttir seinni til 5-1. Í 81. minutti minkaði Dion Højgaard um munin til 5-2, og tveir minuttir seinni staðfesti Klæmint A. Olsen, sum eisini er ein av teimum, ið hevur fingið møguleika at royna seg á Formula liðnum hjá NSÍ, trivaliga heimasigurin.
Í Gundadali var tað tættari og harvið meiri spennandi, tá ið B36 og HB spældu grannauppgerð. Tríggjar minuttir eftir steðgin legði Tróndur Sigurðsson HH framum, og leiðslan helt sær inntil í 73. minutti. Tá javnaði Rúnar í Lon Jacobsen, men B36 megnaði ikki at halda tørn um javnleikin serliga leingi. Tveir minuttir seinni var Tróndur Sigurðsson aftur upp á spæl, og HB vann tískil 2-1.
Mikudagin 19. september verður spælt í Gundadali og á Svangaskarði.