NSÍ í góðari útgávu vann trý stig

Giza Hoyvík hevur einki við sær suður aftur úr Runavík, har nógvir úr besta hópinum vóru á næstbesta liðnum

Eftir tvey umfør er næstbesta NSÍ liðið framvegis ósigrað, og besta liðið hjá Giza Hoyvík eigur framvegis á at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum.

Tíðliga seinnapartin hittust NSÍ og Giza Hoyvík í næstbestu deildini við Løkin í Runavík. Heimaliðið vann 4-2, eftir at hálvleiksstøðan var 3-1.

Síðstu tíggju minuttirnar var heimaliðið undirmannað. NSÍ hevði framt allar tríggjar útskiftingarnar, tá ið ein skaddur spælari noyddist av vøllinum.

 

Tíggju minuttir vóru farnir, tá ið Rói Hansen legði Giza Hoyvík framum, men so hevði heimaliðið greiða yvirvág. Petur Knudsen javnaði tveir minuttir seinni við fínum frísparki av brotsteigarmarkinum.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði NSÍ tvey mál aftrat.

Yngri Knudsen beiggin, Aron, legði heimaliðið framum, eftir at Predrag Markovic hevði hálvbjargað, tá ið Petur Knudsen royndi seg við skoti, og Jann Benjaminsen, sum í gjár varð skiftur inn á besta liðið miðskeiðis í seinna hálvleiki, økti til 3-1.

 

Eftir steðgin var Giza Hoyvík væl betri við, og tað varð heilt spennandi, tá ið tað tjúgu minuttir undan leikloki eydnaðist Óla R. Hansen at minka um munin til 3-2.

Stefan Løkin økti eftir innlegg og við fínum stútara til 4-2, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og so var alt avgjørt.

Fýra NSÍ spælarar, sum vóru á listanum, tá ið besta liðið í gjár spældi ímóti KÍ, vóru á liðnum í dag. Umframt Petur Knudsen og Jann Benjaminsen vóru tað Jann Martin Mortensen og Pætur Hentze.