Við allari virðing fyri Sumba og LÍF, so verður tað í innanhýsis uppgerðunum millum B36 og NSÍ, at tað verður tættast og at spælararnir tískil fáa bestu dystarvenjingina.
Sumbingar vóru á longstu fótbóltsferðini í nýggjari tíð í Føroyum í páskavikuni. Teir fóru norður leygardagin í næstsíðstu viku, og teir komu ikki suður aftur fyrr enn skírisdag. Men tá høvdu tir avgreitt allar tríggjar dystirnar norðanfyri, og tað vil aftur siga, at teimum nýtist ikki at koma norður um aftur fyrrenn tað verður farið undir landskappingina.
Tað færttist annars úr Sumba, at teir arbeiða við at fáa sær meiri styrk úr Jugoslavia. Tá Sumba mikukvøldið spældi í Gundadali móti B36, var ein jugoslavi við, sum ikki hevur spælt við Sumba áður. Hann eitur Nebosja Veljkovic, hann tóktist ikki vera serliga væl fyri kropsliga, men hann hevði góðan bóltførleika og var skjótur.
Ein annar jugoslavi er eisini komin til Sumbiar, men tað er ikki sum at siga tað at fáa spæliloyvir úr Jugoslavia, um spælararnir ikki sjálvir hava fingið tað uppá pláss, áðrenn teir eru farnir heimanífrá. At samskifta við eitt land, sum er í kríggj við eina hernaðarsamgongu man ikki vera gerandiskostur hjá Fótbóltssambandinum, sum í sovornum førum skal vera millumlið til føroysku feløgini, og harafturat hava teir heldur ikki í Jugoslavia gloymt, at tað hevur verið høgtíð.
Fingu tvey
mál á ferðini
Sumbingar spældu í Leirvík týskvøldið og í Gundadali mikukvøldið. Í Leirvík taptu teir 3-0, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið aftanfyri við einum máli.
Hóast tað vóru møguleikar báðar vegir, so var einki at taka seg aftur í, at LÍF var stinnara liðið. Men sumbingar høvdu onkra royndina móti málinumm hjá LÍF. At tað ikki eydnaðist t.d. Eiriki Joensen og Birgiri Jørgensen at fáa mál komst ikki minst av, at Hallur Hansen í LÍF málinum stóð væl.
Pólski miðvallarin Mirek legði heimaliðið framum, og síðsta málið var gott langskot frá John Olsen.
Í Gundadali var klassamunur. Nýggi jugolsavin minkaði um munin til 3-1, men tað var ongantíð ivi um úrslitið. Merkisvert var, at John Petersen kom inn í 2. hálvleiki. Hann hevur verið skaddur síðani landsliðsferðina í Spania. Máltevið er ikki farið, tað sást, tá John staðfesti 6-2 sigurin.
Tætt og javnt
Páskaaftan var B36 í Runavík. Tað hevur ikki altíð sæð so væl skipað og vakurt út, tá hesi bæði liðini hava dystast, men hesa ferð var talan um ein fínan fótbóltsdyst.
B36 hevur trupulleikar á málverjuplássinum. Egin Høgnesen er plágaður av skaða í rygginum, og tað er framvegis óvist, nær hann verður klárur aftur. Ungi Pól N. Joensen royndi seg í fyrsta dystinum í steypakappingini, og leygardagin stóð Tróndur Vatnhamar í málinum. Í fjør bæði spældi hann úti og vardi málið í 2. deild.
Í Runavík dámar teimum einmi serligt, tá tað tíðliga á árinum verður tosað um, at tað gongst teimum væl. Tað halda teir seg ikki hava góðar royndir av! Men tað var sjón fyri søgn, at tað gekk væl leygardagin. Sjúrður Jacobsen, sum ofta hevur verið vongverji í vinstru, hevur nú fingið stóra ábyrgd mitt á miðvøllinum, og tað tykist ganga væl.
Gert Langgaard er skaddur, men tað tóktist ikki sum teir hava trupulleikar í álopinum. Christian Høgni Jacobsen og Óli Hansen vóru sera væl upplagdir og settu B36 verjuna undir stórt trýst.
Nino á vinstra vongverja hjá B36 mistók seg stórliga, tá NSÍ kom á odda. Hann feilmetti og lat Helga L. Petersen sleppa framat vandaleysum bólti í høgru, og Christian Høgni Jacobsen umsetti innleggið til mál. Nino var eisini óheppin, tá Christian Høgni. B36 verjumaðurin tapti luftstríð við Óla Hansen og so var 2-0. Tað gjørdist 3-0, tá B36, sum tá var frammarlaga stødd og tískil tunn, ikki dekkaði nóg væl.
Carl H. Høgnesen pyntaði um við góðum langskoti.
John Petersen spældi ikki við í Runavík, og Tomislav Sivic setti seg sjálvan inn. Serliga fyri Jákup á Borg tykist tað vera saknur, at John Petersen ikki er við. Øssur Hansen og Egil Zachariasen hava ikki enn tann týdning fyri B36, sum teir eiga at fara at fáa.
Leirvíkingar løgdu rygg til tvey stórtap: NSÍ vann 6-0 í Leirvík, og B36 sendi leirvíkingar norður við 7-0 tapi á bakinum.
2. páskadag var NSÍ í Sumba. Teir fóru suður við trolara longu 1. páskadag, og tískil skuldu teir verið væl fyri.
Men at tað er strevið at dystast móti Sumba á Krossinum var enn eina ferð staðfest. 1. hálvleikur var málleysur, og tað var ikki fyrrenn mitt í 2. hálvleiki, at øll málini komu. Kári Hansen, sum var innskiftur skoraði sigursmálið hjá NSÍ, eftir at Christian Høgni Jacobsen hevði sett hol á og Eirikur Joensen hevði javnað.