NSÍ gjørdi skjótt at

TB royndi meiri undan vindinum, men tað var ikki fyrr enn í eykatíðini, at tað eydnaðist TB at minka um munin

Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið NSÍ seinnapartin hevði vitjan av TB.

NSÍ vann 3-1. TB minkaði ikki um munin fyrr enn í tíðini, sum dómarin legði aftrat.

Serliga í fyrra hálvleiki hevði TB verjan ilt við at spæla seg úr tronganum, tá ið NSÍ legði trýst á frammarlaga á vøllinum.

Soleiðis var tað, tá ið Aron Knudsen, sum er nýggjur á liðnum, setti hol á eftir tilvildarliga støðu og sending frá Mórits Heina Mortensen.

Hetta var í áttanda minutti, og soleiðis var tað eisini, tá ið Klæmint A. Olsen miðskeiðis í seinna hálvleiki økti um munin eftir sending frá Peturi Knudsen.

Fýra minuttir undan leikloka økti miðvallarin Betuel Hansen um munin til 3-0, tá ið hann úr brotsteiginum setti bóltin dygst inn við stólpanum.

 

NSÍ - TB 3-1 (2-0)

1-0: Aron Knudsen

2-0: Klæmint A. Olsen

3-0: Betuel Hansen

3-1: Rógvi Joensen

 

https://www.in.fo/myndasavn/