NSÍ hevði størri breidd í Vági

Miðverji skoraði sigursmálið í næstsíðsta minutti, eftir at NSÍ støðugt hevði havt heimaliðið undir trýsti stóran part av seinna umfarinum

Fótbóltur

Tað var eitt av liðunum í toppinum ímóti einum av teimum, sum alt kappingarárið hava havt tað trupult í botninum. NSÍ fór úr Vági við 2?1 sigri. Sigursmálið skoraðu teir í næstsíðsta minutti. Gongdin í 2. hálvleiki og serliga síðsta hálva tíman var góð ábending um, hví tað er NSÍ, sum er millum tey ovastu, og hví tað er VB, sum er millum tey í niðara endanum.
Seinna umfarið var átta minuttir gamalt, og støðan var framvegis 1?0 til VB, tá ið Jógvan Martin Olsen gjørdi av at gera dupulta útskifting. Eitt sindur vágið kundi tað tykjast, tí tað vóru tveir av teimum, sum higartil í ár hava verið millum teir drúgvastu á NSÍ liðnum, ið fóru av vøllinum, og tað vóru tveir heilt ungir og óroyndir spælarar, ið komu á vøllin. Síðuspælararnir Gert Langgaard og Jónstein Petersen vórðu tiknir út, og inn komu Jústinus R. Hansen og Andy Olsen, og tað gjørdi á ongan hátt NSÍ liðið veikari, at ungir og ómóðir spælarar vórðu settir inn í síðunum.
Sum seinna umfarið leið, var tað alt meiri sjónskt, at gestirnir høvdu størri orku og harvið størri hugflog og tyngd, og tá ið tað restaðu átjan minuttir fingu teir fyrra málið. Brynjolvur Nielsen streyk ígjøgnum í høgru og legði innfyri til Helga L. Petersen, sum við høvdinum sendi bóltin í málið. Kanska tók bólturin í ein av vágbingunum og snýtti harvið Bjarna Johansen.
Um NSÍ skuldi halda tørn um møguleikan at vinna heiðursmerkir og kanska at hugsa um at fáa HB aftur, so var neyðugt at fáa øll stigini. NSÍ helt fram at spæla, teir høvdu greiða yvirvág og møguleikar, og tá ið bara heilt lítil løta var eftir av vanligu leiktíðini fingu teir løn fyri stríðið.
Í fjør hevði Óli Hansen ilt við at liva upp til vónirnar um, at hann sum fremsti maður skuldi standa fyri einum fittum parti av NSÍ málunum. Eftir at Pól Thorsteinsson, Djóni N. Joensen og Arnfinn Langgaard høvdu sett skógvarnar á hillina, varð Óli fluttur í miðverjuna. Kanska var tað meiri ella minni sum neyðloysn. Men sum árið er runnið er loysnin vorðin alt meiri til framúr væl eydnaða roynd. Óli hevur verið stinnur í miðverjuni, og hann hevur skorað fleiri avgerandi mál.
Hesa ferð var hann á rætta staðnum og skoraði avgerandi málið. Brynjolvur Nielsen sendi flatt fríspark aftarlaga úr høgru og í brotsteigin, Helgi L. Petersen snittaði bóltin víðari, og Óli Hansen toygdi seg framum vágbingarnar og trýsti bóltin í málið.

Viknaðu
Vágbingar vóru væl við í fyrra umfarinum, men eftir steðgin tóktist sum um, at teir ikki megnaðu at fylgja við NSÍ. Eftiransingarnar dragnaðu, og tað varð alt torførari at spæla seg fram ímóti málinum hjá NSÍ.
VB, sum hevði tveir feskar sigrar í viðførinum, legði seg á odda, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Málskjútti var Brian Andersen. Hann tamdi hegnisliga langa framlegging frá Predrag Zivkovic og sendi í málið aftanfyri Jens Martin Knudsen. Palli Augustinussen var arkitektur aftanfyri nógv av framrættaða spælinum hjá VB í 1. hálvleiki.
Í 2. hálvleiki sendi Birgir Jørgensen við høvdinum frísparksinnlegg í málið, tá ið støðan var 1?1. Men sum so manga aðra ferðina sunnudagin var Birgir rangstaddur innanfyri væl skipaðu NSÍ verjuna.
Fyri triðju ferð í ár noyddust vágbingar at staðfesta, at teir á heimavølli høvdu tapt við einum máli, og at gestirnir høvdu fingið sigursmálið í evstu løtu. Sovorðið kostar nógv, og tað eigur at vera nakað at hugsa um.

VB?NSÍ 1?2 (1?0)
1?0: Brian Andersen 10.
1?1: Helgi L. Petersen 72.
1?2: Óli Hansen 89.
Dómari: Oddmar Andreasen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Dejan Nikolic (Michael í Lágabø, 60.) ? Palli Augustinussen, Slobodan Madzar, Danb Djurhuus (Niclas Ludvig, 82.), Milan Kulic, Mortan úr Hørg ? Birgir Jørgensen, Brian Andersen
Gult kort: Dejan Nikolic 57., Slobodan Madzar 75.
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrur Jacobsen ? Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 53.), Kári Hansen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen (Andy Olsen, 53.) ? Helgi L. Petersen, Karsten From