NSÍ-KÍ 3-2 (0-2): Blundur í barónasong

Hóast klaksvíkingar vóru á odda 2-0 í hálvleikinum, megnaðu teir slett ikki at standa ímóti, tá NSÍ setti ferðina upp eftir steðgin og fekk betur skil á sínum spæli

FÓTBÓLTUR

 

Tað vóru ikki so fáar lokalar høkur, ið hingu niðri á bringuni við Løkin í gjár, tá komið var til hálvleiks og máltalvan talaði sítt týðiliga mál: 2-0 til KÍ. Hetta skelkaði heimafólkið, samstundis sum tað lyfti vitjandi áskoðararnar upp í hæddirnar, tí kanska var vend endiliga komin í hjá KÍ.

Men dysturin var nú bara komin hálva leið, og tá avtornaði, mátti ásannast, at mangir leikir eru í longum talvi. Og ei heldur var tað sørt, at henda framúrskarandi byrjanin hjá klaksvíkingum fekk tankarnar at leita sær til Jeppe í barónasongini. Tað helt ikki, tá avtornaði.

Longu í sínum fyrsta álopi fekk KÍ mál. Heðin á Lakjuni fekk fatur á bóltinum í høgru síðu og setti ferð á. Komin í góða støðu sendi hann innfyri, og har var beiggin, Oddmar á Lakjuni, fyrstur á bóltinum og smekkaði hann í málið til 1-0.

Og aftur í yvirtíðini av fyrra hálvleiki var KÍ upp á spæl. Høgni Madsen fór rekandi fram til hornaflaggið í vinstru síðu, har hann hevði hug at steðga á við bóltinum. Hjalgrím Elttør kom honum til hjálpar, at verja bóltin fyri Jónhard Frederiksberg og Bogi Løkin hjá NSÍ. Brádliga slapp Hjalgrím avstað eftir baklinjuni við bóltinum og inni í brotsteiginum legði hann eitt sindur útfrá til Steffan Kalsø, sum smekkaði til og umvegis yvirliggjaran sendi bóltin í málið til 2-0.

 

Vánaligt spæl

Talan var ikki um líkinda spæl frá nøkrum av pørtunum fyri steðgin, og gingu meiri enn tvær ella tríggjar sendingar, so var bólturin endaður hjá mótstøðuliðnum. Teir fyrstu 10 minuttirnar hevði NSÍ eitt ávíst trýst, ið gav kjansir. Bæði Jann Martin Mortensen og Christian Høgni Jacobsen royndu seg við góðum skotum, men Jákup Mikkelsen í KÍ-málinum svaraði við uppaftur betri bjargingum.

At 2-0 sigst vera ein hin vandamiklasta hálvleiksleiðslan at hava, fekk KÍ at sanna eftir steðgin. Nú hevði NSÍ tikið sær betri partar fyri, og ikki minst megnaði heimaliðið at fáa ferðina upp, og tað var kanska tann mest avgerandi munurin, sum í síðsta enda eisini gav trý mál og sigurin.

KÍ royndi at verja fyri og gera skjótálop, men tað stóð á gomlum nøglum hjá klaksvíkingum, ið minni enn eitt korter inn í seinna hálvleik máttu sanna, at 2-0 leiðslan var farin. Tá hevði NSÍ fingið tvey mál innan fyri fýra minuttir – og enntá havt kjansir til okkurt aftrat.

Tað fyrra kom eftir hornaspark í vinstru síðu, sum Bogi Løkin sendi innfyri. Károly Potemkin fekk bóltin aftan fyri allar og skallaði á stongina, men bólturin stakk útaftur til Christian Høgna Jacobsen, ið var kaldur og setti fótin á til 1-2.

Og bara fýra minuttir seinni var 2-2. Hesa ferð fekk NSÍ eitt fríspark, ið var gjørt ímóti Potemkin, og meðan Jákup Mikkelsen kanska gav sær í so góðar stundir at fáa verjumúrin upp á pláss, valdi Jann Ingi Petersen at gera skjótt av og senda bóltin í málið, sum stóð skralltómt.

 

Væl við og illa við

Tað var NSÍ, sum var spælstýrandi tað allarmesta av seinna hálvleiki, og tá eitt korter var eftir av dystinum, kom sigursmálið. Einar Hansen kastaði innkast úr vinstru síðu, sum ein av verjuspælarunum hjá KÍ nokk ætlaði at skalla burtur, men í staðin sendi nærri málinum. Christian Høgni var fyrstur á og skallaði á yvirliggjaran, og hesa ferð stakk bólturin út til Potemkin, ið skoraði trygt til 3-2.

Hóast tað ikki hevði ligið í kortunum, var tað hálvanannan minutt seinni um reppið, at innskifti Páll Klettskarð fekk tryggjað KÍ javnleikin, tá hann í høgru síðu kom væl inn í NSÍ-brotsteigin og smekkaði til. Men hesa ferð stóð Meinhardt Joensen fyri tørni og pareraði meistarliga.

Moralskt kom tað óivað væl við hjá NSÍ, at liðið fekk svarað aftur eftir at hava verið aftanfyri við tveimum málum, men hinvegin kemur tað óivað minst líka illa við hjá KÍ, at liðið var á odda 2-0 miðskeiðis í dystinum og tó ikki skuldi fáa nakað stig burturúr.

NSÍ fekk við sigrinum gjørt sær dælt av, at bæði Víkingur og B68 taptu, og brádliga eru runavíkingar aftur við í kappingini um silvurmerkini. Hinvegin mundi tað neyvan kennast sum serligur uggi hjá KÍ, at bæði 07 Vestur og B36 settu stig til, tí skal tað muna, ræður um at vinna, tá hini tapa.