Í ovurmorgin verður lutakast um hvørji lið hittast í undankappingini í Europa League. NSÍ er við í pottinum, og nú er greitt hvørjum liðum teir kunnu møta. Talan er um fimm lið, og tað best kenda av teimum er óivað danska stórfelagið, FCK.
NSÍ kann møta:
FCK (Danmark)
Hibernian (Skotland)
BK Häcken (Svøríki)
Sarpsborg (Noreg)
Dundalk (Írland)
Rudar (Slovenia)
Dystirnir verða spældir 12. og 19. juli.