Tað stóð longu greitt undan seinasta umfarinum í superliguni, at Esbjerg fór at enda á triðja plássinum. Við hesum fær sensatiónsliðið í superliguni í ár rættin at spæla inter-toto fótbólt í summar, og her verður mótstøðuliðið NSÍ.
Fyrri dysturin í inter-toto kappingini verður tann 19. juni.