ÍF var í góðveðrinum í kvøld við Løkin í Runavík uttan høvuðsvenjara.
Hjálparvenjarin, Ólavur Larsen, hevði høvuðsábyrgdina av illa sperda liðnum, og leingi sá tað út til, at tað hjá hjálparvenjaranum fór at vera sum hjá Ole Gunnar Solskjær, tá ið hann var fyribilssettur venjari hjá Manchester United.
ÍF legði bæði bragdliga og ágangandi fyri. Í fyrra hálvleiki vóru gestirnir rættiliga væl við, og tað eydnaðist teimum at leggja seg framum. Jóhan Petersen sneiddi seg leysan millum fleiri mótstøðumenn, og úr eitt sindur í vinstru í brotsteiginum setti hann bóltin dygst inn við nærru stólparótini.
Málið og hálvleiksstøðan vóru sjálvandi skelkur hjá heimaliðnum, sum leingi hevði ilt við at vinna nærdystirnar ímóti væl uppløgdu gestunum.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði miðverjin Oddur Á. Højgaard, og so var spurningurin, um tað fór at eydnast ÍF at halda tørn. Tað gjørdi tað ikki.
Búi Egilsson legði NSÍ framum 2-1, tá ið tað restaðu ellivu minuttir. Síðstu løtuna spenti ÍF álopsbogan heilt nógv, og hann brast, tá ið Jann S. Benjaminsen í 94. minutti staðfesti 3-1 heimasigurin.