NSÍ og KÍ eitt stig í part

Fótbóltur, 2. deild: NSÍ førdi 2-0 í hálvleikinum, men KÍ svaraði aftur

Næstbestu liðini hjá NSÍ og KÍ fingu eitt stig í part burturúr dystinum sínámillum í Runavík leygardagin. Og tað vóru klaksvíkingar helst eitt sindur fegnari um enn eysturoyingarnir, sum førdu 2-0 í hálvleikssteðginum.

Johnny Skibenæs var fyri nøkrum árum síðani fastur maður á besta NSÍ-liðnum, og nú hann er komin heim aftur úr Danmark, spælir hann við 2. deildarliðnum. Hann hevur altíð havt góð fótbóltsevni og skeyt eisini bæði málini hjá NSÍ. Heimaliðið legði hart út, og eitt korter var farið, tá Bergur Hansen sendi innfyri úr vinstru til Johnny, sum legði seg og sínar á odda.

Tíggju minuttir seinni var hann aftur seinastur á eftir trunkaspæl, og so var 2-0. NSÍ sá út til at vera væl á veg til sín næsta sigur í kappingini í eins nógvum dystum, eftir at teir í fyrsta umfari vunnu 3-0 á HB í Havn.

Men eini tíggju minuttir aftaná næsta málið noyddist tvífaldi málskjúttin út við skaða, og betri bleiv tað ikki tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá eisini málverjin hjá NSÍ, Ólavur Højgaard, noyddist skaddur av vøllinum.

Skaðin kom, tá hann gjørdi brotsspark móti klaksvíkingi, sum var sloppin inn um NSÍ-verjuna. Teir brustu knøini saman, og hóast málverjin var óheppin og noyddist út við skaða, var hann kortini heppin, tí hann ikki noyddist út við reyðum korti.

Tað bleiv gult kort og brotsspark. Útispælarin Dagfinn Olsen noyddist í málið at standa, men hann kundi einki gera við brotssparkið, sum Ove Nysted avgreiddi.

Hetta gav klaksvíkingum, har serliga Johan Lützen fekk nógv burturúr, nýggja vón, og bert fýra minuttir seinni javnaðu teir.

Enn einaferð bleiv bólturin sendur upp um NSÍ-verjuna, og Helmar Lassen skoraði.

Síðstu tjúgu minuttirnar trýsti NSÍ fyri at fáa sigursmálið, men tað kom ikki.

Dysturin vísti annars, at bæði feløgini eru væl fyri við fólki, um onkrir av 1. liðsspælarunum skuldu follið frá.

Eitt stig í part til NSÍ og KÍ ? tað fjórða hjá NSÍ og tað fyrsta hjá KÍ, sum byrjaði kappingina við at tapa 1-2 móti FS Vágum.