KÍ og NSÍ høvdu bæði 13 stig undan dystinum í Klaksvík leygardagin, og tá tað undan hesum umfarinum bert vóru trý stig millum nr. 3 og nr. 9, kann bert ein dystur endavenda øllum á tøttu stigatalvuni.
Tað var eisini tað, sum hendi í Klaksík leygardagin. NSÍ vann dystin tepurt, og endaliga úrslitið var 1-0 til runavíkingar. Einasta málið í dystinum skeyt Kristian Poulsen, og tryggjaði hann sostatt NSÍ trý týdningarmikil stig.
KÍ niðureftir og NSÍ uppeftir
Við úrslitinum datt KÍ frá fimta og niður á áttanda pláss, meðan NSÍ fór frá sjeynda upp á fjórða pláss. NSÍ hevur sama stigatal men verri málmun enn B36 á triðja plássi, og tískil eru runavíkingar avgjørt í stríðnum um heiðursmerki.
Við tapinum er KÍ hinvegin bert trý stig frá botnliðnum VB, og tískil eru teir í eini heldur torførari støðu, nú hvør dystur verður avgerandi fyri trýsta KÍ liðið.