NSÍ og Víkingur hanga í

Betrideildin, menn: TB/FCS/Royn argaði leingi í Runavík, men fremru liðini halda kósina.

Seinastu dystirnir í 18. umfari í Betrideildini hjá monnum hava verið í dag. Heima í Runavík hevði NSÍ vitjan av TB/FCS/Royn, Víkingur var á Skála og nakað seinni, kl.16.30, byrjaði botnbrak í Sørvági ímillum 07 Vestur og AB.


TB/FCS/Royn stóð seg væl í Runavík og var væl á veg at fáa tað eina stigið við sær aftur til Suðuroynna, men smáar tíggju minuttir fyri leiklok var málrevurin, Klæmint A. Olsen, á blettinum og tryggjaði NSÍ ein tepran 1-0-sigur.


Greiðari var sigurin hjá Víkingi, sum við málum frá Adeshina Lawal og Filip Djordjevic longu í fyrra hálvleiki legði seg á sigurskós við einari 2-0-leiðslu, sum helt sær allan vegin til síðsta bríksl.


Við hesum báðum sigrunum halda NSÍ og Víkingur fram við at vera nærum stavn um stavn í kappingini um bronsuplássið, samstundis sum tey økja um munin til B36, sum einans hevur fingið tvey stig burturúr síðstu tveimum dystunum.


Kl.16.30 byrjaði botnbrakið ímillum 07 Vestur og AB. Dysturin verður útvarpaður beinleiðis á FM1 (lurta HER) eins og in.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn (les HER)


--


NSÍ – TB/FCS/Royn 1-0 (0-0)

1-0: Klæmint A. Olsen, 82.


Skála – Víkingur 0-2 (0-2)

0-1: Adeshina Lawal, 25.

0-2: Filip Djordjevic, 34.


--


Betrideildin

1. HB, 46 stig (18 dystir)

2. KÍ, 41 stig (18 dystir)

3. NSÍ, 36 stig (18 dystir)

4. Víkingur, 35 stig (18 dystir)

5. B36, 30 stig (17 dystir)

6. EB/Streymur, 18 stig (18 dystir)

7. Skála, 18 stig (18 dystir)

8. TB/FCS/Royn, 15 stig (18 dystir)

9. AB, 8 stig (17 dystir)

10. 07 Vestur, 4 stig (16 dystir)