NSÍ setir føtur í bekk

Kappróðrarfelagið NSÍ er blivið størsta róðrarfelag í landinum. Við nýggjum bátum og nýggjum neysti eru umstøðurnar og vónirnar betri enn nakrantíð. Nú vanta bert útslitini.

Sjálvsálitið er í toppi.

-Kappróðurin blómar. Vanliga hava vit bara havt 2-3 manningar. Nú hava vit fingið upp í 9 manningar . Manningarnar telja tilsamans 71 fólk og vit eru sostatt størsta kappróðararfelag í landinum í ár, staðfestir Sofus Hansen, formaður í felagnum.

Kappróðrarfelagið NSÍ er farið undir eitt nýtt kappróðrarár við góðum treysti. Talið á virknum róðrarfólki hevur ikki verið størri í fleiri ár.


Tvey góð ár


Tað byrjaði á Norðoyarstevnu í 1998, tá ið 10- mannafarið Eysturoyingingum vann tann fyrsta av mongum sigrum. Teir vunnu allar róðrarnar í 1998 og 1999, og tað var ikki fyrr enn á Norðoyarstevnu í ár, at teir vóru steðgaðir.

Sofus Hansen sigur, at áhugi hevur altíð verið fyri kappróðri í økinum, Hóast tað hevur gingið upp og niður, so hevur altíð onkur gulur bátur við við.

Sigrarnir hjá Eysturoyingini góðu áræði og blóð á tonnini, og fólk fylkast um felagið sum ongantíð áðrur, sigur formaðurin.


Trongt í neystinum


Seinastu tvey árini hava heilt bókstaviliga verið ein uppbyggingartíð hjá felagnum.

Sofus Hansen vísir okkum nýggja neystið á Glyvrum, sum er fult av bátum. Í løtuni eru 6 virknir bátar í felagnum Neystið er bygt til fýra bátar, men teir hava fingið fimm bátar inn um. Tann sætti stendur í eini bingju í eini privatum neysti beint innanfyri neystið hjá róðrarfelagnum hjá NSÍ.

Neystið á Glyvrum longu blivið ov lítið.

-Neystið er ov lítið, men tað fáa vit einki gjørt við fyribils, sigur Sofus Hansen, sum fegnast um, at felagið endiliga hevur fingið góðar umstøður at virka.


Fylkjast um felagið


Nýggja neystið er 180 fermetrar í tveimum hæddum.

Í niðaru hæddini standa kappróðrarbátarnir rað á rað. Ovara hæddin er ikki liðugt innrætta enn. Men har er ætlanin av hava brúsur og umklæðingarrúm, umframt ein sal, sum kanska skal leigast út.

Møguliga verða róðrarmaskinur settar upp

í neystinum, so at róðrarfólkið eisini kann venja um veturin, sigur Sofus Hansen.

Runavíkar kommuna hevur verið við til at fíggja neystið, og peningur er komin inn við tiltøkum. Haraftruat liggur nógv sjálvboðið arbeiði í nýggja neystinum, og millum teirra, sum hava tikið eina hond í eru eisini gomul kappróðrarfólk.

-Okkurt kvøldið hava vit verið einir 10 eldri menn her í neystinum, sigur pensjoneraði kappróðrarmaðurin Assved Djurhuus úr Søldafirði.

Assved Djurhuus fegast um, at lív er komið í felagið aftur. Fleiri av teimum gomlu vóru farnir úr felagnum, men nú hava teir meldað seg inn aftur.


Góðar vónir


Higartil hevur kappróðrarárið 2000 ikki verið nakað at reypa av hjá teimum gulu á eystara armi á Skálafirði.

Á Norðoyarstevnu kom flaggskipið Eysturoyingurin á mál sum nummar 4 av seks bátum. Tað spildurnnýggja Tjaldrið bjargaði kortini heiðurin hjá NSÍ. Hann var tann einasti av teimum gulu bátunum, sum kom fyrst á mál.

NSÍ-ararnir eru kortini við sera gott mót. Teir vóna, at góðu umstøðurnar og undirtøkan, felagið hevur vunnið sær nú fara at síggjast aftur í heiðursmerkjum.

Fyri Assved Djurhuus stendur Vestanstevnan í Sørvági í 1962 sum ein tann stórsta hendingin í róðrarsøguni hjá NSÍ, sum ikki longur bert er ein deild av móðurfelagnum NSÍ, men er eitt sjálvstøðugt felag.

Á Sørvágsfirði vunnu allir teir gulu bátarnir av Skálafjørðinum. Assved vónar sjálvandi, at hetta fer at henda einaferð aftur at.