NSÍ skal fóta sær

Higartil í ár hevur tað hilnast illa hjá NSÍ. Í Streymnesi varð liðið varpað úr steypakappingini, og í fyrsta umfari í landskappingini tapti NSÍ 2-1 á heimavølli ímóti ÍF.

FC Suðuroy megnaði hósdagin 4-4 í Gundadali ímóti HB. Á heimavølli varð steypadysturin ímóti Skála útsettur orsaka av vánaligum líkindum.

Stóri spurningurin er nú, um tað seinnapartin vera líkindi at spæla á Vágseiði. Sambært Suðurrás hevur veðrið í Vági ikki verið nakað serligt í morgun. Tað hevur regnað illa, og tað hevur verið fitt av vindi av landssynningi.