NSÍ-fjepparar hava seinastu dagarnir koyrt eystara arm á Skálafjørðinum upp og niður, við fløggum, larmi, floytum o.ø. Øll kring NSÍ standa saman um hendan stóra dagin, og leygardagin heldur alt fram frá klokkan 15 við Løkin í Runavík. Tá verður skipað fyri upphiting, har ein rúgva er á skránni.
Tá Petur Asbjørn Lervig bandaði samrøður fyri SportBoxina á Rás2 hitti hann spontant NSÍ-fjeppararnar, Jan og Bjørn, sum hann so bandaði eitt prát við.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr um allan spenningin, sum er í Runavíkar kommunu nú tað nærkast til ta stóru steypafinaluna.
Tróndur Arge sigur frá finaluni um løgmanssteypið, sum verður spæld í annaðkvøld klokkan 19.45. Rás2 byrjar upptaktssendingina longu klokkan 15.