NSÍ snýtti B36

Hóast B36 var frammanfyri í ein tíma og hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, sofór NSÍ úr Gundadali við einum stigi

1-0  er ikki serliga sannførandi leiðsla og ofta vandamikil leiðsla.

Tað noyddust teir í B36 at ásanna, tá ið Alex Troleis bríkslaði fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gundadali seinnapartin. Í 21. minutti legði Michal Przybylski heimaliðið framum, og B36 var á odda, tá ið vanliga leiktíðin var farin, og dómarin legði fimm minuttir aftrat.

Bæði í fyrra hálvleiki og stóran part av seinna hálvleiki spældi B36 seg til eina røð av málmøguleikum, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna. Tórður Thomsen var stinnur í NSÍ málinum, og heimamenninir vóru ikki neyvir, tá ið teir royndu seg við skotum og stútarum.

Fyritreytirnar hjá NSÍ vóru ikki góðar eftir steðgin, tí liðformaðurin og toppskjúttin, Klæmint A. Olsen, kom ikki á vøllin eftir steðgin.

Fram ímóti dystarenda spenti NSÍ álopsbogan í botn, og tað eydnaðist at javna í 95. minutti. Búi Egilsson legði innfyri úr høgru, og miðverjin Jóhan Troest Davidsen var merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann úr lítlari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið.

Gestirnir fegnaðust um javnleikin og stigið, sum teir í síðstu løtu tiltuskaðu sær, og heimamenninir iðraðu seg um tey bæði stigini, sum teir í evstu løtu spældu av við. 

https://www.in.fo/myndasavn/

https://www.in.fo/matches/?no

 

 B36 - NSÍ 1-1 (1-0)

1-0: Michal Przybylski 20.

1-1: Jóhan Troest Davidsen 94.

Dómari: Alex Troleis

B36: Símun Rógvi Hansen – Jónas Ꝥór Næs, Andrias H. Eriksen (Bjarni Petersen, 46.), Erling Dávidsson Jacobsen, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 71.) – Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz (Brian Jakobsen, 84.), Benjamin Heinesen – Michal Przybylski

NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen, Pætur Hentze – Peder Nersveen, Pól Jóhannus Justinussen – Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen (Betuel Hansen, 61.), Petur Knudsen – Klæmint A. Olsen (Jann Benjaminsen, 46.)