ÍF?NSÍ 0?1 (0?1)
Hesa vikuna liggur besta fótbóltsliðið í Runavík tungt í sjónum. Kanska er tað ein uggi, at tað liggur so nógv betri fyri hjá næstbesta liðnum. NSÍ er á odda í 2. deild, og tað er ikki púra við síðuna av at ímynda sær møguleikan, at teir flyta upp, samstundis sum 1. deildarliðið flytir niður!
Fuglfirðingar fluttu niður í fjør. Teir stríðast við at samanspæla eitt lið, sum skal standa seg so mikið væl, at tað kanska flytir upp aftur. Við hvørt hevur tað hilnast væl hjá ÍF, men ungu menninir eru óstøðugir.
Leygardagin var tað heilt greitt, at NSÍ var ikki komið til Fuglafirðar at undirhalda. Tann partin lótu teir heimaliðið hava ábyrgdina av, og tað var ein trupulleiki hjá ÍF.
Tey árini, tá ÍF hevur stríðst fyri at yvirliva í 1. deild, hava teir ikki hugsað so nógv um at skapa spælið. Tá teir eru oddalið í 2. deild lata mótstøðuliðini ÍF um at mynda, og so dúva tey upp á kontra spælið, og soleiðis var tað leygardagin.
Fyrsta korterið høvdu fuglfirðingar tríggjar ella fýra góðar royndir móti málinum hjá NSÍ, men Rúni Petersen, Bárður á Lakjuni og hinir menninir frammarlaga á vøllinum misnýttu. Spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um teir høvdu havt skorað. Teir skoraðu ikki, og tað hevði fyrst og fremst Ólavur Højgaard í NSÍ málinum heiðurin av.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Bárður á Lakjuni at taka seg burturúr, tí hann var skaddur. Tað var ein dyggur smeitur fyri ÍF.
NSÍ skoraði, tá seytjan minuttir vóru farnir. Uppspælið var í vinstru. Høgni á Lakjuni, sum í ár er komin til NSÍ úr Fuglafirði, har hann býr og arbeiðir!, lyfti úr vinstru tvørturum til handara stólpa. ÍF málverjin drálaði, og so kom miðvallarin Bergur Djurhuus og setti fótin á.
Seinna umfarið bara vardi NSÍ. Jákup Martin Jacobsen var ein brandur í miðverjuni, og veteranurin Eyðun Gaardbo hjálpti honum við øllum sínum royndum. Tað gjørdi so mikið góðan mun, at ÍF ikki megnaði at fáa mál. Og so var hýrurin í Fuglafirði sjálvandi vánaligur.
jh