NSÍ snýtti toftamenn

Tað var einki at undrast á, um teir í B68 vóru vónbrotnir, tá ið teir næstbestu hjá B68 seint seinnapartin fóru úr Runavík og út um aftur Rókina og Saltnes, eftir at hava vitjað teir næstbestu hjá NSÍ.

Inntil vanliga leiktíðin var um at vera farin, var B68 frammanfyri 2-1. So javnaði Kári Hansen, og í síðstu sekundunum av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Klæmint A. Olsen sigursmálið til 3-2 til NSÍ!

Emil Olsen legði tíðliga í 1. hálvleiki B68 á odda. Dejan Stoikovic javnaði fyri NSÍ miðskeiðis í 1. hálvleiki. Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði Súni Fríði Barbá B68 framum aftur, og tann støðan helt sær, inntil vanliga leiktíðin var farin. Tá skoraði NSÍ tvær ferðir, og harvið vóru øll stigini eftir hjá teimum við Løkin.