NSÍ: Stór hol skulu fyllast

Møguleiki er hjá nýggjum spælarum at stríða seg til fast pláss, nú NSÍ-veteranar í øllum ketunum eru burtur

Ein dyst í seinn. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber. Hetta var niðurlagið hjá NSÍ liðformanninum, Óla Hansen, í 2007, tá ið NSÍ fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann FM-heitið.
Síðani FM-heitið hevur tað verið, sum tað so ofta hevur verið nógvu tey seinastu árini. Teir gulu og svørtu í Runavík hava verið akkurát ov stuttir at vinna heiðursmerki. NSÍ endaði á fjórða plássi í 2007 og í 2008 ella á sama plássi, sum NSÍ endaði á í 2005 og 2003.
Onkuntíð hevur fjórða plássið kenst sum eitt vónbrot. Soleiðis verður tað neyvan í ár. Sjálvandi droyma teir í NSÍ um at vinna heiðursmerkir og at endurvinna FM-heitið, men setningurin hjá venjaranum, Paula Poulsen, er stórur, tí lyklaspælarar í øllum ketum eru burtur.
Mest eyðsýnt er tað, at Óli Hansen er burtur. Liðformaðurin seinastu árini hevur sett skógvarnar á hillina, og harvið skal nýggjur maður spælast inn á plássið við síðuna av Johan Troest Davidsen, sum nú er verjuálit saman við Einari Hansen og Jónhardi Frederiksberg. Jens Joensen hevur royndir á besta liðnum, og aðrir blaðungir verjuspælarar eru Per Langgaard, Magnus P. Sørensen og Monrad H. Jacobsen.
Á miðvøllinum er saknurin stórur í landsliðsspælaranum Boga Løkin. Holini eftir hann eru fleiri, tí Bogi er góður bóltspælari, stríðsmaður og málsøkin. Jann Ingi Petersen er miðvallarstýrimaður. Stríðsmaðurin Ólavur í Ólavsstovu, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, er komin úr HB, og Erland B. Danielsen, sum somuleiðis var nógv skaðadarvaður í fjør, er komin úr KÍ. Saman við honum úr Klaksvík eru komnir brøðurnir Heðin og Oddmar á Lakjuni. Aðrir kandidatar til miðvallarpláss eru fleiri, sum eru uppaldir í felagnum: Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Andreas á Líknargøtu, Viggo Hansen, Árni Frederiksberg og Jóannes Hansen.
Málverjin, Meinhardt Joensen, er eisini flogin úr NSÍ. Nýggjur málverji er Andras Gango. Í fremstu røð er Christian Høgni Jacobsen nýggjur liðformaður. Karoly Potemkin, sum viðhvørt hevur verið sera málsøkin, er framvegis í Runavík, og Klæmint A. Olsen er annað boð upp á pláss í fremstu røð.
Eingin ivast í, at evnini eru góð. Spurningurin er, hvussu skjótt tað fer at eydnast at finna røttu samansetingina og harvið røttu javnvágina. Um tað eydnast skjótt og væl, so nýtist tað ikki at vera nakar trupulleiki hjá Paula Poulsen og hansara monnum at endurtaka úrslitið tvey tey seinastu árini. Óli Hansen er ikki longur á liðnum, men ungu menninir minnast sjálvsagt vendingina, sum sigur, at teir skulu taka ein dyst í senn!