NSÍ stendur seg betri á útivølli

AB er eitt av liðunum, sum er farið úr Runavík við sigri

Tað var AB, sum var orsøk til, at NSÍ ikki hevur møguleika at endurvinna steypakappingina. Í fjórðingsfinaluni vunnu argjamenn 1-0 við Løkin. Tí er AB partur av hálvfinaluni, har tað mikukvøldið endaði við 2-0 tapi í Gundadali ímóti HB.

Avbjóðingin hjá Sorin Anghel hevur síðani mikukvøldið verið at fáa spælararnar at koma fyri seg aftur, so teir eru klárir at spæla við Løkin í dag:

-Setningurin er tann sami. Okkara skulu spæla og ikki sparka, og so skulu teir ansa eftir ikki at gera persónlig mistøk, sum verða eirindarleyst sektað. Spælararnir vita, at tað ber til at røkka góðum úrsliti í Runavík, sigur Sorin Anghel.

Listin við teimum, sum ikki eru tøkir, er langur: Hørður Tórsson og Absalon Eliasen eru skaddir, og Jobin Drangastein er ikki tøkur. Tað er ivasamt, um Bjarki Nielsen, Rasmus Dan Sørensen og Sørin Samuelsen eru førir fyri at spæla ídag.

Nakrar dagar eftir at AB vann 1-0 í fjórðingsfinaluni vann NSÍ 2-0 í landskappingardysti á Argjum. Gongdin higartil hevur verið, at NSÍ hevur staðið seg betri á útivølli enn á heimavølli. Meðan teir gulu ongantíð hava tapt á útivølli, so eru teir fýra ferðir farnir av heimavølli uttan úrtøku – í steypadystinum ímóti AB og í landskappingini ímóti KÍ, HB og B36.

Síðsta sunnudag vann NSÍ søtan 3-2 sigur í Gundadali ímóti B36.

-Spælararnir eiga rós fyri góða hugburðin, og at spælið hekk so væl saman, sum tað gjørdi – bæði í verju og álopi. Nú ræður um at vísa sama hugburð og avrik á heimavølli, sigur NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.

Klæmint A. Olsen, Bárður J. Hansen eru skaddir. Málverjin Símun Rógvi Hansen er langtíðarskaddur, og tað er ivasamt, um Tórður Thomsen verður førur fyri at verja málið ídag. Um hann ikki verður tøkur, fer Andras Gango at verja NSÍ málið ímóti AB.

Øssur Dalbúð og Karl Løkin spældu í fyrstu deild ígjár. Tí vera teir ikki millum teir fyrstu ellivu ídag.