NSÍ tók av

Jógvan Martin Olsen var væl nøgdur við, at tað í triðju royndini endiliga hevði eydnast hansara monnum at fáa fult.
- Tað hevur ikki gingið so væl hjá okkum higartil í ár. Men hesa ferð hekk spælið væl betri saman, enn tað hevur gjørt frammanundan. Tað kom illa við, at B68 beinanvegin fekk mál, men vit megnaðu at koma afuríaftur. Í 2. hálvleiki høvdu vit fleiri góð álop, og serliga málið, sum Jovevic skoraði til 2-2 var frágera gott, heldur Jógvan Martin Olsen, sum ikki er samdur við teimum, ið siga, at grannauppgerðin var illa spæld.
Hjá NSÍ noyddist Kári Hansen at fara út við skaða longu, tá ið tólv minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki kom Dánial Hansen á vøllin fyri Messias.
Hvussu ber tað til, at tit rættuliga fingu um endan síðsta korterið?
- B68arnir vóru rættuliga tendraðir frá fyrsta bríksli. Tá ið teir vóru komnir framum 2-1, tóktist tað sum um, at teir mistu eitt sindur, og tá fingu vit fatur á tí. Vit tóku av, og hesa ferð vóru tað vit, sum fingu alt í tættari uppgerð.