NSÍ tevjar silvur

Fyri fimtu ferð á rað vann NSÍ fulla úrtøku, uttan at mótstøðuliðið megnaði skora

Tað gongur strúkandi hjá NSÍ. Í kvøld vunnu teir av eystara armi á Skálafjørðinum 2-0 á Argjum. Ólavsøkuaftan vann NSÍ 2-0 í Gundadali ímóti HB.

Samantalt hevur NSÍ spælt fimm dystir síðani summarsteðgin, og talan hevur verið um fimm sannførandi sigrar. Tølini siga fimtan stig og 12-0 í málmuni.

 

Eftir tjúgunda umfar eru tað tvey stig frá NSÍ og fram til KÍ, sum er næstfremst.

-Í fyrstu atløgu hava vit eyguni eftir KÍ, sum ikki er so langt burtur. Í løtuni er HB so sera sannførandi. Hvussu tað verður tað, sum er eftir av kappingini, fáa vit at síggja, sigur Petur Knudsen hjá NSÍ, sum legði upp til bæði NSÍ málini í kvøld.

Í fyrra førinum var tað Jens Joensen, sum lítla løtu undan steðginum skoraði, eftir at Petur Knudsen hevði lagt innfyri við horna úr vinstru. Í seinna førinum var tað eftir uppspæl í vinstru, har Pætur Hentze sendi bóltin fram til Petur Knudsen, sum legði innfyri til Klæmint A. Olsen, sum við høvdinum setti bóltin í málið til 2-0.

 

Næsta avbjóðingin hjá NSÍ verður ímóti B36 á heimavølli. AB skal spæla í Gundadali ímóti HB.

 

AB - NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Jens Joensen

0-2: Klæmint A. Olsen

Dómari: Petur Reinert