NSÍ tryggjaði seg

Løgmanssteypið: Klaksvíkingar høvdu bara fýra av teimum fyrstu ellivu á liðnum, tá teir taptu 2?0

KÍ hevur ikki enn formliga vunnið bólk eitt enn, men skulu vit meta út frá atburðinum páskaaftan, so munnu teir í Klaksvík halda, at fyrsta plássið er vunnið.

NSÍ kom til Klaksvíkar við so at siga besta liðnum. Undaøtøkini vóru Arnfinn Langgaard, sum varð skaddur móti VB, og Djóni Nolsøe Joensen, sum var smáskaddur og tískil varð spardur til 2. páskadag.

Setningurin hjá NSÍ var at fáa stig fyri at tryggja sær pláss í fjórðingsfinaluni. Tað eydnaðist við tveimum málum. Hitt fyrra fingu teir í 27. minutti. Gert Langgaard var fyrstur á, eftir at Meinhardt Joensen hevði hálvbjargað roynd frá Iani Højgaard.

Seinna málið kom, tá tað restaði eitt korter. NSÍ skifti í 2. hálvleiki tríggjar frískar menn inn. Teir vóru Jan Nónklett, Eddie Mikkelsen og Sonni L. Petersen. Tað vóru teir báðir síðst nevndu, sum áttu seinna málið. Eddie Mikkelsen krúllaði fleiri av í vinstru, áðrenn hann sendi innfyri til Sonna L. Petersen, sum var púra blankur.


Nógvir hvíldu

Hjá KÍ hildu nógvir av teimum fyrstu ellivu frí. Fleiri unglingar og aðrir, sum eru uttarlaga í 1. deildarhópinum, fingu høvi at royna seg, og hóast teir taptu, so var talan um íløgu í framtíðina, tí teir fingu dystarvenjing í 90 minuttir.

Sum seinna umfarið leið flutti KÍ, sum setti Erling Fles og Leon Bjartalíð á vøllin, fólkið langt fram. Teir hildu seg vera snýttar fyri eitt brotsspark, men dómarin metti, at Hjalgrím Elttør varð feldur dygst uttanfyri brotsteigar markið, og einki kom burturúr frísparksroyndini. Og so var tað, at NSÍ økti til 2?0.


KÍ?NSÍ 0?2 (0?1)

0?1: Gert Langgaard 27.

0?2: Sonni L. Petersen 75.

Dómari: Petur Reinert

KÍ: Meinhardt Joensen ? Niclas Niclassen, Andrzej Pacek, Fríðin Ziskason, John Ryan ? Hjalgrím Elttør, Símun Joensen, Rógvi Laksáfoss, Jógvan á Lakjuni ? Arnhold Joensen, Jóannes L. Jacobsen

NSÍ: Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Kári Hansen, Jónstein Petersen ? Ken Nónklett, Ian Højgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Mortan Hansen, Christian Høgni Jacobsen