Eftir 55 minuttir hevur NSÍ lagt seg framum 2-0 í heimadystinum ímóti Skála.
Tað vóru tveir unglingar, sum stóðu fyri seinna málinum. Filip Jacobsen, sum í dag hevur fingið møguleikan á høgra vongverja, legði innfyri, og Øssur Dalbúð tamdi bóltin og smekkaði hann í málið.
NSÍ hevur umskipað eitt sindur eftir steðgin. Øssur Dalbúð er skiftur inn í álopið, Óli Hansen er fluttur aftur í miðverjuna, og Pól Jóhannus Justinussen er fluttur út á vinstra vongverjan. Einar Hansen er farin av vøllinum.