NSÍ vann 2-0 á B68

Í fyrra hálvleiki skoraði álopsspælarin Øssur Dalbúð, eftir at Bogi Løkin hevði staðið fyri forarbeiðnum.

 

Í seinna hálvleiki byrjaði NSÍ væl og høvdu onkra góða roynd, sum tó ikki gav nakað mál.

 

NSÍ hevði bóltin nógv, men tað hendi lítið frameftir, og stundum tóktist mangla hugflog til at spæla seg ígjøgnum til veruligar málkjansir.

 

B68 royndi at leita eftir útjavnandi málinum, men teir høvdu fáar royndir á málið.

 

Móti endanum av dystinum var B68-málmaðurin Filipovic útvístur eftir ein samanbrest við Andy Olsen. Støðan hevði eisini við sær brotsspark til NSÍ, og sparkið ur 11 metrum sendi Óli Hansen í málið

 

NSÍ-B68 2-0 (1-0)

1-0: Øssur Dalbúð

2-0: Óli Hansen, brts.