Sunnudagin vóru seinastu dystirnir spældir í FM-kappingini í U-18 deildini hjá dreingjum.
Endin var, at NSÍ gjørdist Føroyameistarar í sannførandi stíli. Teir endaðu heili seks stig frammanfyri HB sum endaði á øðrum plássi, har NSÍ bert tapti ein dyst í FM-endaspælinum.
Við FM-heitinum gjørdust U-18 dreingir hjá NSÍ sostatt greipuvinnarar, tí fyrr í ár vunnu teir eisini steypakappingina í U-18 deildini hjá dreingjum.
HB vann silvur í U-18 kappingini, meðan 07 Vestur vann bronsu.
Endaliga støðan í U-18 deildini eftir 10 dystir sær soleiðis út:
1. NSÍ 25 stig
2. HB 19 stig
3. 07 Vestur 14 stig
4. B36 13 stig
5. Víkingur 10 stig
6. AB 4 stig
Toppskjúttaralistin í U-18 deildini í ár sambært FaroeSoccer:
1. Petur Knudsen (NSÍ) 12 mál í 8 dystum.
2. Hans Marius Davidsen (NSÍ) 7 mál í 10 dystum.
3. Adrian Justinussen (HB) 6 mál í 7 dystum.
4. Jann Benjaminsen (NSÍ) 6 mál í 7 dystum.