KÍ-NSÍ 1-2 (0-2)
2. deild
Eftir eitt frálíkt úrslit í Fuglafirði seinasta vikuskifti komu næstbestu klaksvíkingarnir niður aftur á jørðina hetta vikuskiftið, tá NSÍ vitjaði í Klaksvík.
Besta liðið hjá NSÍ hevur ikki fingið bilbukt við KÍ farnu vikurnar, men næstbesta liðið stóð seg betur ímóti klaksvíkingum.
Runavíkingar stríddust væl. Teir vóru væl skipaðir, høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, men vóru skjótir at leypa á, tá møguleikin var til staðar.
Jan Nónklett setti stundum ferð á NSÍ-liðið, og kviki miðvallarin stóð eisini fyri fyrsta málinum í dystinum. Hann kom at standa væl fyri í brotsteiginum og smekkaði til, KÍ-málverjin hálvbjargaði, bólturin endaði aftur hjá Jan, sum púra kaldur lyfti upp um málverjan og í málið.
Tað tóktist verða størri broddur í, tá NSÍ leypa á, hóast Poul Juul Vilhelmsen og hinir í KÍ-verjuni spældu væl. NSÍ?arnir vóru vandamiklari, og tað var langt ímillum KÍ-royndirnar í fyrra hálvleiki.
Tað vóru tó onkrar royndir, og í einu støðu sendi ídni Finn Baldvinsson á stongina úr spískum vinkli. Ein aðru ferð stútaði Poul Juul stutt fram við NSÍ-málinum.
NSÍ økti
Beint fyri hálvleik økti NSÍ til 2-0, eftir eitt gott álop í høgru síðu, sum endaði við, at lagt var flatt innfyri málið. KÍ-málverjin togdi seg og fekk hondina á, men so var Fróði Jóannesarson fyrstur á bóltinum og sendi í tóma málið.
Tá liðini komu aftur frá hálvleikssteðginum royndi KÍ at trýsta NSÍ, men teir fingu ongantíð veruligt tak á. Ikki fyrr enn teir minkaðu til 2-1, tá innskifti John Ryan smekkaði til ein leysan bólt í NSÍ-brotsteiginum.
Seinasta korterið trýsti KÍ, og teir høvdu fleiri royndir á málið. Men NSÍ kláraði at halda bóltin burturi frá málinum, og so fóru runavíkingar avstað við øllum, hóast tað var heimaliðið sum var favorittur til at vinna dystin.
NSÍ tók seg við sigrinum fram um KÍ, sum tó er væl við í kappingini eftir fyrstu umførini.
KÍ-NSÍ 1-2 (0-2)
0-1: Jan Nónklett
0-2: Fróði Jóanesarson
1-2: John Ryan