NSÍ var stóri vinnarin í Klaksvík

Eftir 1-1 á summarfestivalinum hevur NSÍ í Gundadali í morgin møguleika at leggja seg á odda í landskappingini

Tað hevur verið ein rimmar fótbóltsdystur á summarfestivalinum í Klaksvík í kvøld. Í dýrdarveðri og við stórari áskoðarafjøld kring vøllin endaði tað 1-1 millum KÍ og Víking.

 

Talan var um intensa uppgerð, sum í seinna hálvleiki var ferðmikil. Tað vóru nógvir nærdystir, og spælararnir løgdu heilt nógv fyri.

 

Víkingur legði seg framum longu í fyrsta minutti. Hanus Jacobsen legði við horna mitt innfyri málið, har Gunnar Vatnhamar var púra blankur, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

Hetta var stórur skelkur á nýskipaða KÍ liðnum. Tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi. Klaksvíkingar høvdu bóltin nógv, og gestirnir bíðaðu eftir møguleikanum at fara í mótálop.

So við og við mentist KÍ. Sjálvsálitið vaks, , og Jákup B. Andreasen og Tórur Justesen vunnu alt fleiri bóltar á sentrala miðvøllinum. Tíggju minuttir undan steðginum javnaði KÍ. Fínt uppspæl í høgru endaði við innleggi frá Jonas Flindt Rasmussen. Jákup B. Andreasen stýrdi við høvdinum bóltin í handara síðunetið, og so var tað  púra opið.

 

 

Eftir steðgin gekk tað leingi javnt á. So við og við setti Víkingur seg á spælið, og eina fitta løtu var trýstið øgiligt á KÍ málið. Klaksvíkingar hóraðu undan, og so endaði tað 1-1.

 

Stóri vinnarin í kvøld var NSÍ, sum í morgin skal spæla í Gundadali ímóti HB. Um tað eydnast NSÍ at vinna fulla úrtøku, so verður NSÍ topplið, tá ið kappingin verður tveir triðingar gomul.

 

KÍ-Víkingur 1-1 (1-1)

0-1: Gunnar Vatnhamar 2.

1-1: Jákup B. Andreasen 39.

Dómari: Eiler Rasmussen

KÍ: Kristian Joensen - Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Ólavur Niclasen - Jóannes K. Danielsen, Tórur Justesen, Jákup B. Andreasen, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Albert Adu (Aksel B. Danielsen, 92.), Hjalgrím Elttør (Heðin Klakstein, 86.)

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Albert Adu

Venjari: Mikkjal Thomassen

Víkingur: Elias Rasmussen - Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Sorin Anghel (Philip Djordjevic, 22.) - Adeshina Lawal (Hans Pauli Samuelsen, 83.), Sølvi Vatnhamar

Gult kort: Sølvi Vatnhamar

Venjari: Sámal Erik Hentze