NSÍ varðveitir oddasessin

Í fyrra hálvleiki gekk rættiliga javnt á á Argjum, har oddaliðið, NSÍ, var á vitjan hjá botnliðnum, AB.

 

Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir undan steðginum, og støðan var eisini 0-0 í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki kom tó meir gongd á, og sjálvt um munurin ikki var serliga stórur á liðunum, so var tað oddaliðið úr Runavík, sum var heldur vandameir. Hetta gav eisini úrslit um miðjan hálvleikin, tá Hjalgrím Elttør sendi bóltin í málið eftir hornaspark.

 

Ímóti endanum av dystinum økti Bogi Løkin um munin, tá hann bleiv spældur leysur í brotsteiginum.

 

Sostatt endaði dysturin 2-0 til NSÍ, og við sigrinum varðveitir NSÍ oddasessin.

 

AB-NSÍ 0-2 (0-0)

0-1 Hjalgrím Elttør

0-2 Bogi Løkin