NSÍ-venjarin hevur sagt seg úr starvi

Guðjón Þórðarson váttar fyri in.fo, at samstarvið er enda

NSÍ skal hava ein nýggjan venjara. Tað váttar Guðjón Þórðarson, ið hevur staðið á odda fyri NSÍ hetta farna kappingarárið, fyri in.fo.

- Eg havi havt eitt gott við samstarv venjaratoymið og spælararnar í Runavík, men nú eitt-ára sáttmálin er liðug, havi eg valt at fara heimaftur til Íslands, sigur Guðjón Þórðarson, ið ikki ynskir at nágreina hví hann hevur valt steðga í Runavík, men upplýsir, at hann ikki hevur tikið við nøkrum øðrum starvi.

NSÍ endaði nummar trý í Betri-deildini, og tað er ein venjari, ið er væl nøgdur við egna avrik, ið nú fer aftur til Íslands.

- Eg eri væl nøgdur við, at eg havi tryggjað NSÍ eitt pláss í Evropa næsta ár, sigur venjarin við in.fo.