Í gjárkvøldið varð tað endaliga staðfest, at NSÍ eigur besta U-18 liðið í landskappingini. Unglingarnir við Løkin staðfestu so rudduliga FM heitið, tá ið teir í góðveðrinum á heimavølli vunnu 5-1 ímóti EBS/Skála.
Mótstøðumenninir drivu á, og Lukas Sólheim legði EBS/Skála framum longu í 8. minutti. Í síðsta minuttinum undan steðginum javnaði Petur Knudsen til 1-1, og eftir hvíldina var einki at ivast í. Heimaliðið spílaði eg út frammanfyri stuðlunum, og teir skoraðu fýra mál. Málskjúttar vóru Albert Róin Johannesen (2), Haraldur R. Højgaard og Meinhard Olsen.
Trygvi Mortensen frá FSF handaði FM steypið og gullkrónurnar.
Silvurkrónurnar vórðu handaðar í Klaksvík, har KÍ vann 2-0 á Víkingi. Málskjúttar vóru Jóannes Bjartalíð og Bárður Hansen. Triði dysturin var í Gundadali, har Rasmus Dan Sørensen í B36 skoraði einasta málið.
Venjarar hjá meistaraliðnum NSÍ hava verið Egil Olsen, Sámal Hansen og Helgi L. Petersen.
Á myndini omanfyri síggja vit aftanfyri frá vinstru: Helgi L. Petersen, Sámal Hansen, Meinhard E. Olsen, Kristian Simonsen, Jógvan Sigvardsen, Karstin Hansen, Fróði Klein, Jákup A. Gaardbo, Harald R. Højgaard, Ingvard Hansen, Ari Langgaard, Albert R. Johannesen og Egil Olsen.
Frammanfyri frá vinstru: Hans Jón Jacobsen, Jann Benjaminsen, Leivur Højgaard, Andrias Poulsen, Jákup Mortensen, Michael Przybylski (Mehav),Petur Knudsen og Tróndur Ellingsgaard.
Bethuel Hansen hevur eisini spælt við fyrr í ár, men hann spælir nú við Silkeborg