Jóhan Troest Davidsen er uppvaksin í NSÍ, men hevur seinnu árini spælt við HB. Tað ljóðar úr NSÍ, at hann er útpeikaður sum manglandi brikkurin á NSÍ liðnum, sum kann lyfta felagið til ein veruligan FM avbjóðara.
Miðverjin er sáttmálaleysur í vetur, men nógv bendir á, at hann heldur fram í høvðusstaðnum, hóast áhugi hevur verið fyri honum í eitt nú NSÍ.
- Eg trívist væl í HB, so tað er sannlíkt, at eg haldi fram í felagnum. Enn liggur einki á borðinum, men tað er væl hgsandi, at eg spæli í HB komandi kappingarár, sigur Jóhan Troest Davidsen við in.fo.
27 ára gamli miðverjin hevur spælt við HB síðani 2012. NSÍ hevur longu tryggjað sær Símun Rógva Hansen sum málverja.