Fjórði dysturin í 16. og síðsta umfari undan summarsteðginum verður við Løkina í Runavík í kvøld. Talan er um stevnudyst, og vinnarin fer at fáa steyp handað.
Men tað eru fyrst og fremst stig, sum tað snýr seg um. NSÍ er á fjórða plássi við 25 stigum, B36 er á fimta plássi við 23 stigum, og 07 Vestur er á sætta plássi við 21 stigum. B36 hevur spælt 16 dystir, og harvið hevur 07 Vestur í kvøld møguleika at leggja seg á fimta plássið.
Bæði NSÍ og 07 Vestur eru varpað úr kappingini um løgmanssteypið. Tí er fokus hjá báðum feløgunum í hvussu so er at enda á fjórða plássi, sum kann bera luttøku í Europa næsta summar við sær.
Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir. Tað er kortini ivasamt, hvussu tað í kvøld verður við Jasper Van Der Heyden, sum seinastu ferðirnar ikki hevur verið førur fyri at spæla.
Í kvøld fer Dan Brimsvík fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av 07 Vwestur á útivølli. Fyrsta royndin var síðsta sunnudag, tá ið tað endaði við 1-0 heimasigri ímóti ÍF.
Í hvussu so er tveir og kanska tríggir spælarar hjá 07 Vestur eru á veg til hús. Teir eru Benni Smales-Braithwaite og Mads Christiansen, sum felagið undan kappingarbyrjan leigaði frá Vendsyssel, og so er møguleiki fyri, at Frederik Holst eisini fer at gevast í Vágum.
Hjá 07 Vestur er tað hugaligt, at norski Kevin Egell-Johnsen er komin fyri seg aftur. Hann var væl upplagdur vongverji í høgru, áðrenn hann í 2-1 sigrinum á Svangaskarði 15. apríl fór skaddur av vøllinum, tá ið seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal.
Í 1-0 heimasigrinum ímóti ÍF síðsta sunnudag var Kevin Egell-Johnsen skiftur inn, tá ið tað restaðu 12 minuttir. Miðverjin Eiler Fróðason hevur verið darvaður av skaða í fótinum.
Tá ið NSÍ 13. mai hevði vitjan av 07 Vestur, endaði tað við 4-1 heimasigri.
NSÍ – 07 Vestur: Heini Ziakason Viðoy kl. 19.00.
Víkingur | 16 | 15 | 0 | 1 | 47 | 7 | 45 |
HB | 16 | 13 | 0 | 3 | 33 | 13 | 39 |
KÍ | 16 | 12 | 0 | 4 | 32 | 16 | 36 |
NSÍ | 15 | 8 | 1 | 5 | 32 | 21 | 25 |
B36 | 16 | 6 | 5 | 5 | 33 | 29 | 23 |
07 Vestur | 15 | 6 | 3 | 6 | 22 | 31 | 21 |
Skála | 16 | 4 | 2 | 10 | 18 | 33 | 14 |
B68 | 16 | 2 | 5 | 9 | 11 | 28 | 11 |
EB/Streymur | 15 | 2 | 1 | 12 | 14 | 31 | 7 |
ÍF | 15 | 0 | 3 | 12 | 14 | 47 | 3 |