NSÍ fór úr Leirvík við øllum

1. deild: Tveir av teimum, sum í gjárkvøldið vóru á besta liðnum, skoraðu tey fýra málini hjá NSÍ

Tað var málríkt og hendingarríkt, tá ið teir bestu hjá NSÍ í gjárkvøldi vunnu 4-3 á heimavølli ímóti grannunum í B68.

 

Tíðliga seinnapartin í dag vóru teir í NSÍ aftur í grannauppgerð, og aftur endaði tað við, at NSÍ vann 4-3. Talan var um grannauppgerð á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, sum hevur heimavøll í Leirvík.

 

Hálvleiksstøðan var 3-1 til NSÍ.

 

Tveir av teimum, sum í gjárkvøldið vóru á vøllinum í 4-3 sigrinum ímóti B68, skoraðu málini hjá NSÍ – Aron Knudsen og Jørgen Nielsen, sum vóru á vøllinum í ávikavíst 75 og 90 minuttir. Mórits Heini Mortensen, sum í gjárkvøldið varð skiftur inn og skoraði sigursmálið hjá NSÍ, var á vøllinum í ein tíma.

 

Hjá Víkingi var Ingi Jonhardsson á vøllinum í ein tíma, og Martin Klein Joensen varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.

 

Ingi Jonhardsson átti uppleggið, og Rani Hansen var málskjútti, tá ið Víkingur beinanvegin legði seg á odda.

 

Eftir stórt korter javnaði Jørgen Nielsen til 1-1, og tá átti Aron Knudsen uppleggið.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var Aron Knudsen málskjútti, tá ið NSÍ legði seg á odda 2-1. Tá átti Jørgen Nielsen uppleggið. Tíggju minuttir undan steðginum økti NSÍ um leiðsluna. Aftur var Jørgen Nielsen, og aftur átti Aron Knudsen uppleggið.

 

Átta minuttir eftir steðgin varð tað aftur spennandi, tá ið Ingi Jonhardsson minkaði um munin til 3-2. Men spenningurin var bara í eina lítla løtu, tí tveir minuttir seinni økti Aron Knudsen um munin til 4-2.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki minkaði Sveinur Justinussen um munin til 4-3. Uppleggið átti Rani Hansen.

 

Víkingur er á øðrum plássi við 26 stigum, og NSÍ er á triðja plássi við 23 stigum.

 

Um eina viku fær NSÍ vitjan av B36, og Víkingur fær vitjan av AB.